Liðformaðurin hjá EB/Streymi leingir sáttmálan

Andras Olsen hevur longt til 2027

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur skrivar á facebookvanga sínum:

 


Andras heldur fram.

 

Liðformaðurin, Andras Ólason Olsen, hevur longt sáttmálan við felagið til og við 2027.

 

29 ára gamli streymnesmaðurin leikti sín fyrsta dyst í 2015 og hevur síðani 2020 havt leiklutin sum liðformaður. Sambært FaroeSoccer er tað blivið til 230 dystir og 18 mál hjá sterka miðverjanum. 

 

Í viðmerking til felagið sigur Andras:

“EB/Streymur hevur altíð fylt nógv hjá mær. Eg havi spælt her, síðan eg byrjaði at spæla fótbólt sum 6 ára gamal. Hjartað er blátt og svart, og eg eri glaður fyri at halda fram komandi tvey árini. Gongdin í ár hevur verið góð, og liðið er ment nógv. Eg vóni og vænti, at góða gongdin fer at halda fram, so eg síggi eina spennandi tíð fyri framman.”

 

Við sínum drúgvu royndum, ágrýtni og leiðaraevnum hevur hann verið ein týðandi partur av felagnum og EB/Streymur fegnast um at hava tryggja sær hansara íkast komandi kappingarárini?

 

Mynd: EB/Streymur