Tað gongur væl hjá føroyska málverjanum, Gyltu Djurhuus á Neystabø og liðfeløgum hennara í Skuru IK í svensku steypakappingini.
Skuru hevur nú vunnið seg tvey umfør víðari, og skal í næstum spæla fjórðingsfinalur.
Seinnapartin í dag spældi Skuru í Nacka Bollhall seinnu áttandapartsfinaluna móti AIK Stockholm.
Skuru vann fyrru uppgerðina á útivølli 24-22. Men tá 60 minuttir vóru leiktir var AIK á odda 30-28, og var samlaða støðan tí 52-52. Tí var neyðugt við brotskastskapping.
Í brotskastskappingini vóru tær hjá Skuru neyvari, og vunnu tær brotskastskappingina 3-1, og vunnu seg harvið víðari í kappingini.
Enn er ikki greitt hvørjum liði Skuru møtir í fjórðingsfinalunum.











