Liðið hjá Sasja tapti greitt fyri sveisisku meistarunum

St. Gallen innkasseraði heili 44 mál móti Kadetten Schaffhausen

Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen høvdu fyrr í kvøld torføran dyst á útivølli móti sveisisku meistarunum, Kadetten Schaffhausen. 

 

Kadetten livdi upp til favorittstøðuna við at vinna greiðan 44-32 sigur á St. Gallen. Í steðginum var heimaliðið á odda 22-14. 

 

At skjóta 32 mál móti verandi meistarunum er góðkent, men heili 44 mál er nógv at lata inn í einum dysti.

 

Svenski, Andreas Björkman vardi málið hjá St. Gallen størsta partin av dystinum. Sasja slapp tó uppí part. Sasja hevði tvær bjargingar í 15 málroyndum. Björkman hevði níggju bjargingar í 39 málroyndum.

 

St. Gallen hevur fýra stig fyri fýra dystir. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 18.15 hevur St. Gallen dyst á heimavølli móti Pfadi Winthertur.