Fyrr í dag var finalan í einmansleiki hjá kvinnum í kendu og prestisjufullu kappingini í tennis, Wimbledon.
Á Centre Court leikvøllinum eydnaðist tað kekkisku, Lindu Noskova sum er 21 ár at vinna finaluna á landskvinnuni, 29 ára gomlu, Karolinu Muchova.
Trý sett máttu til áðrenn Linda Noskova vann dystin 2-1. Settmunurin var 6-2, 5-7 og 6-3.
Karolina Muchova stóð seg væl í øðrum settinum, men í fyrsta og triðja settinum var Linda Noskova greitt omaná.
Hetta er triðja ferðin í fjórða ár, at ein kekkiskur leikari vinnur Wimbledon-kappingina hjá kvinnunum.











