U20 EM: Vóru fyri risastórum tapi móti Sveis

Føroyska U20 manslandsliðið tapti við 17 málum

Mynd: HSF

Føroyska U20 manslandsliðið fær einki stig við sær í millumumfarið í ovara endaspælinum í EM-endaspælinum í Rumenia.

 

Í triðja dystinum í innleiðandi bólki B taptu Føroyar heili 23-40 fyri Sveis, ið hevur víst stórform við trimum knúsandi stórsigrum. Í steðginum var Sveis á odda 18-12.

 

Tað var ikki nógv sum riggaði hjá okkara monnum hesaferð, og tá yvirtalsstøður sjey leikarar móti fýra heldur ikki fæst at rigga, so verður torført at fáa úrtøku. Yvirtalsspælið hjá Føroyum hevur verið út av lagi hesar tríggjar innleiðandi dystirnar. Verjuspælið haltaði eisini, og málverjarnir høvdu fáar bjargingar. 

 

Men lukkutíð eru Føroyar best innanhýsis móti Serbia og Turkalandi, ið eisini endaðu á tveimum stigum í bólki B. Føroyar fara sostatt víðari til ovara endaspælið, har dystir móti Fraklandi og Týsklandi bíða fyrst í komandi viku.

 

Tað er samstundis eisini staðfest, at Føroyar við at hava vunnið seg í ovara endaspælið, eisini hevur tryggjað sær luttøku í U21 HM-endaspælinum komandi summar.

 

Sveis-Føroyar 40-23 (18-12)

 

Málskjúttar: Jákup Egholm 4/5, Jón Eyðunsson Midjord 3/3, Pauli Rasmussen 3/7, Lýðar í Dímun 3/7, Rúnar Hammer 2/2, Fríði Holm í Innistovu 2/6, Erling Erlendsson 1/2, Torkil Sverri Debes Dahl 1/2, Helgi Jacob Halldórsson 1/1, Magnus Arason 1/1, Jógvan Andreas Lamhauge 1/2, Filip Haldansen 1/3. 

 

Bjargingar: Ingi Johannesen 2/20, Bjarni Jacobsen 2/24. 

 

Mynd: HSF