VIDEO: Mjällby við Áka og uttan Martin tapti fyri AIK

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-AIK Stockholm 1-2 (0-0)

Áki D. Samuelsen spældi allan dystin, og nýinnkeypti Martin Agnarsson sat á beinkinum allan dystin, tá lið teirra, Mjällby á heimavølli tók móti AIK Stockholm.

 

Dysturin á Strandvallen í Hällevik endaði við 2-1 sigri til AIK. Eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, tá útiliðið legði seg á odda, og klokkan vísti 90 minuttir, tá teir øktu til 2-0. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Ali Youssef pyntað um úrslitið.

 

Frá Sofascore fær Áki besta karakterin av spælarunum hjá Mjällby. Har fær hann karakterin 7,8 (av 10 møguligum). Frá Soccerstand fær Áki eisini betri karakter enn liðfelagarnir. Har fær hann karakterin 7,4. 

 

Mjällby er nummar átta í deildini við 16 stigum fyri 12 dystir. Sirius úr Uppsala er fremst í deildini við 29 stigum. 

 

Í morgin klokkan 13 hava Mathias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås SK dyst á heimavølli móti Degerfors. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Mjällby og AIK Stockholm:

 

##med2##