Leikpallurin er einkul og modernaður, vit hoyra jasstónleik Stan Getz og Kenny Barron. Vit eru til sjónleik hjá Grímu, ið hevur eina virkna og spennandi skrá fyri tíðina. Fyri at siga tað beinanvegin; leikurin List er leiklist á høgum støði.
Tað luktar av Paris, av sofistikeraðum práti um modernaða list (ella ikki). Her er langt prát um at vera eitt samtíðarmenniskja ella ikki. Søgan er fyri so vítt einkul. Vit hava tríggjar vinir. Serge, Marc og Yvan. Men henda tríeind er álvarsligani hótt tá Serge (Hans Tórgarð) keypir ein málning, ið ikki er annað enn eitt hvítt lørift fyri 200 000 frankar. Marc (Bárður Persson) tekur hetta serliga illani upp, hann er ein modernaður ungur maður, men heldur tó at her má markið setast. Ein málningur er ein málningur, og ein "málningur" við ongum farvum ella motivi, ið bert er hvítur er ikki ein málningur. Soleiðis skuldsetur hann tey sum vilja keypa eina slíka mynd, fyri at fjeppast upp í einum svakligum og heiladeyðum listaumhvørvi, har tey sum ráða, í ringasta føri "ongan smak" hava. Yvan (Kári Øster) roynir at fáa semju í lag millum hesar kamphanar, men sjálvur fær hann onkran sannleikan at vita um seg og síni. Yvan hevur at byrja við ein relativistiskan moral, kann tað gleða Serge at brúka allan sín pening uppá ein slíkan málning, og tað ikki skaðar onnur, so er tað í lagi. Eg skal ikki siga meiri um hvat hendir, annað enn at alt eskalerar fram til tað groteska og tragikomiska, tí málningurin brýtur og slítur vinalagið sundur, teir fara allir at ivast í hví teir kennast, hvat heldur teimum saman. Her merkir man, at tað er ein kvinna, ið hevur skrivaÝ leikin, tí menn eru ikki so óførir at tosa um vinalag og kenslur, serliga ikki millum menn, hetta er kanska tað einasta ringa eg havi hug at siga um leikritið. Hin vegin virkar hesin sjónleikurin væl, tað er eitt øgiligt flog yvir honum og ein ótrúligur sálarligur spenningur allan vegin. Hetta er eingin tragiskur leikur, heldur ikki nakar skemtileikur, hann er komitragiskur og av og á burleskur. Hetta er ikki nøkur bíðan eftir Godot, ella ein hámodernistiskur leikur men heldur ikki er hann keðiliga sosialrealistiskur og boðskapistiskur. Hann er ikki torførur ella tungur, og er tí fyri øll.
Undirtekstur
Hans Tórgarð og Bárður Persson darra, rista og titra av kenslum, tí bardagin um valdi millum hesar menn er øgiligur, sáraðu kenslunar og stoltleikin tala. Serliga Bárður spælir ein brandleik sum Marc, sum etur tablettir alla tíðina, og er piprandi bangin fyri at særa Serge, men ger tað so allíkaval ferð eftir ferð, og angrar so beinanvegin. Hann hevur eina djúbd, er sundurskræddur sum ein annar prins Hamlet. Leikluturin sum Serge hjá Hans Tórgarð er kanska meiri hóvligur, hetta er maður ið hevur tamarhald á tilveruni, er lækni, men eisini hesin peni maðurin hevur sítt "braking point". Persónurin Yvan er stuttligur, men í verulekanum tragiskur og veikur, sum stuttligur persónur mangan er, har skemtingarsemiÝ er endaÝ sum ein vernd móti einum heimi, hesi hava ringar royndir av og tí ræðast.
Alt er løtt við undirtónum, ið fekk meg at hugsa um hugtakið "undirtekstur", sum russarin Stanislavskij tosar um, har fólk tosa uppí saman um okkurt, men alt snýr seg um er okkurt heilt annað, t.d. ein bardagi um vald, viðurkenning ella eitt róp eftir kærleika.
List
Listaheimurin er altíð á gosi, har allar avantgardurørslur í 20 øld, hava roynt at sprongt, brent og útstilla vesikummur, sum í 1917 tá Duschamp loypti ekka á borgaraskapið. Eingin vil fáa at vita, at tey eru sum keisarin hjá H.C. Anderssen í ongum klæðum. Hin vegin vil eingin ikki viðurkenna ein møguligan Van Gogh. Men er modernistiska avantgardan sum Umberto Eco tók, er komin til eitt eina endastøð? Tá vit hava tónleik sum er 4 minuttir og 33 sekund av stilli, brend lørifti o.s.fv? Henda dekonstruktión av øllum er í postmodernismuni endaður við at vit seta alt í gásareygu og tosa um "list", men hin vegin er hvíti "málningurin" ikki beinleiðis postmodernaður ella dekonstruktivistiskur, men peikar tó tann vegin. Tað eru nógvir opnir spurningar í leikinum List. Hetta er ein intellektueller leikur, ið Yasmina Reza hevur skriva. List er týddur til 36 mál, ja og nú ílatið ein modernaðan og bæriligan føroyskan málbúna, uttan arkaismur ella tunga málrøkt. Málið í týðingini hjá Jette og Gunnari Hoydal er lætt og hin hárhvassi dialogurin situr so væl, at vit sita sum undir lestri og hugsa um hvørt orð, ið sagt verður í leikinum.
Leikurin er løddur við intellektuellum góðsi, samstundis sum hann er strammur og hevur gamlar figurar, so sum æviga tríkantin sum tema og so handan commedia del arte Harlekin figurin, ið Yvan umboðar. Leikurin hevur klassiskar fyrimyndir innan bygnað, so sum eitt kresendo og eitt hámark. Endin á øllum stríðið hjá Moliére og Holberg, er at órógvin ella ósemjan verður loyst, antin við at ófriðakroppurin angrar, ella tekur til rýmingar. Men vit eru kanska ikki so langt frá Holberg og Jean de France, hesin vildi ganga við jakkanum øvugtum, tí tað hevði hann fingiÝ at vita, at tey nú gjørdu í Fraklandi. Tað er bara ikki so lætt at fáast við hesa fløkjuna, og Reza hevur ikki ein so svartan og hvítan og betrivitandi moral, sum Holberg hevði.
Eyðun Jóhannesen hevur leikstjórnaÝ enn einum megnarverki.
Smaksfelagsskapir - ella smaksneurosur?
Burdieu franski heimspekingurin helt fyri, at okkara smakur, tað kann vera fyri lampum, bilum, klæðum ella list, er sosiala "límið", ið bindur bólkar saman, vit liva eftir okkara fagurfrøðisliga sjónarringi helt hann fyri, men hesin er ikki ævigur ella dottin niður úr himli, men sosialt treytaður. "Smakur" og ikki minst "góður smakur" er eisini ein semja um hvat ikki hoyrir til hendan smak, og hvat ikki er at rokna sum góður smakur. Millum smaksfelagsskapirnir er tað, at smaksneurosurnar koma fram. Bourdieu hevði áhuga fyri sosialu skapanini av "tí góða smakinum". Hann sá, hvussu hetta, at hava skil á list, víni og vanligari "fínmentan" í Fraklandi var við til at skilja fólk sundur. Handan bólkalyndi liva mytur, um at t.d. listin byggir á almen virðir, ið ikki broytast, og soleiðis fjala vit, at mentan og list er tann goymda skipan, ið deilir fólk í bólkar. Jú fínari bólk, jú meiri fínmentan og minni fólksligheit. Og er man endaður í elituni, so kann man áseta hvat mentan skal vera, soleiðis at samfelagið sum heild skal viðurkenna, at hetta er mentanin! Tað er tað, ið hendir millum Marc og Serge, teirra vinarlag byggir á, at teir eru felags um nøkur virði, og at teir kunnu flenna at tí sama. Marc er særdur inn á sálina og bangin, tá hann sær, at Serge er farin at "spæla" eitt annað spæl við øðrum reglum og vinum.
Spurningurin er, um listin í sjálvum sær umboðar ein sannleika, sum er autonomur og meiri grundaður í transedentum støddum. Hvør fagurfrøði so er tann rætta, er kanska ikki so umráðandi, tí hin nakað einfaldi Yvan kemur (sum Harlekin altíð ger) við sannleikanum, uttan at hann sjálvur skilir hann, ið er avleiddur av jødanum Martin Bubersa tonkum, at vit menniskju hava brúk fyri hvørjum øðrum, at vit halda lagnuni hjá hvørjum øðrum í hondum okkara, at man bert er ein sjálvur, so leingi sum næstin vil viðurkenna ein sum ein sjálvan. Broytast okkara vinir, elskaðu ella familja broytast vit við, tí um tey ikki síggja okkum sum tey sum vit eru meiri, hvørji eru vit tá?
Lívið, sjálvt um tað er stutt, er kanska meiri vert fyri okkum enn list. Men hin vegin lívið er stutt, og listin er long.