Listafólk vita ikki, hvør kósin er

Meira enn túsund føroysk listafólk verða spurd um livikor og arbeiðsumstøður. Felagsskapurin hjá teimum finst at vantandi mentanarpolitikki.

Listafólkasamband Føroya hevur sent limunum í teimum 11 limafeløgunum eina umfatandi spurnarkanning.

 

Endamálið er at fáa haldgóða vitan um livikor, umstøður og avbjóðingar hjá listafólkum. Úrslitini skulu brúkast í samskiftinum við almennar og politiskar myndugleikar.

 

Sunneva Háberg Eysturstein, forkvinna í Listafólkasambandinum, heldur, at nógv verður tosað um nýggja politiska kós, men at eingin greið ætlan sæst fyri listina.

 

Hon heldur eisini, at ein størri greining av økinum er alneyðug – men spyr, um eitt lítið áhugafelag eigur at gjalda fyri arbeiðið.

 

Les samrøðuna og hvøssu atfinningarnar í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið ásos.fo við at logga á við haldaranummarinum.