Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og RTS, sum skal gera fundamentið til listaverkið við Rætt á Toftum.
Svend Lamhauge, byggileiðari, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu ávikavist fyri RTS og Nes kommunu.
Fuglark hevur byggileiðslu og eftirlit fyri Nes kommunu.
- Tað er ein áhugabólkur, sum stendur fyri at skaffa pening til sjálvt listaverkið, og kommunan ber kostnaðin av at gera fundamentið.
Tað er Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, ið ger listaverkið, sum eftir ætlandi verður sett upp í komandi ári.