Í Skálafirði: Bygdarfólkið hevur nevniliga ein stóran vanda at stríðast við:
So fegin tey enn vilja tað, so tora tey nærum ikki út á bygdarvegin ella landsvegin gjøgnum bygdina.
Til tað er ferðslan alt ov stór og alt ov vandamikil. Hetta vita tey sjálvi alt um, og hetta uppliva eisini tey sum vitja í bygdini ein gerandisdag.
Bilar og lastbilar í stórum tali – kanska heilt upp ímóti 2000 akførum í miðal um dagin - koyra eftir smala bygdarvegnum.
Lastbilarnir eru bæði lastaðir og ólastaðir, men hetta forðar teimum ikki í at koyra við eini ferð, ið er langt omanfyri hana, har ein tekur fyrilit til umstøðurnar.
- Ja, vit uppliva hesar stóru lastbilarnar koyra bæði 70 og 80, hóast mest loyvda ferð er 50.
- Og so møtast teir eisini á hesum vegnum, sum í roynd og veru ikki er stórt breiðari enn ein lastbilur, sigur 57 ár gamli Almfinn Jacobsen.
- Komið er eisini fyri, at hesir stóru bygdabussarnir og lastbilur hava møtst mitt á vegnum, sjálvt um møtipláss er at seta frá á.
Bæði hann og hitt bygdarfólkið livir tí í dagligum ótta fyri ferðsluni gjøgnum bygdina. Tey tora ikki at ganga eftir ella tvørtur um bygdarvegin av ótta fyri at koma til skaða.
- So tú skilir, at okkara hægsta ynski er at fáa ferðsluna út úr bygdini, sigur hann við Sosialin.
Í einum komandi blaði fara vit at vísa á tær ætlanirnar, sum eru við hesum vegastrekkinum og á tað tolið, sum bygdarfólkið má hava nøkur ár enn.
Staðfestast kann tó beinanvegin: Einki hendir í ár og neyvan nakað komandi ár!
Long røð av bilum
Almfinn Jacobsen er sjálvur føddur og uppvaksin her í Skálafirði. Og hann hevur gjøgnum barnaárini og víðari sæð og staðfest, hvussu nógv ferðslan er økt hesi árini síðani hann varð føddur í 1951.
- Ferðslan er bara økt so ótrúliga nógv, serliga hesi seinastu árini eftir at báðir undirsjóvartunlarnir komu, staðfestir hann.
Almfinn og alt hitt fólkið í Skálafirði er hvønn dag vitni til hetta sama: Ta longu røðina av bilum, sum fara til hús aftur eftir loknan arbeiðsdag í Havn.
Ella sum hann tekur til: - Tað er nærum áfast av bilum har norðuri millum Fjarða og allan vegin úteftir síðuni her.
- Hetta er eitt fyribrigdi, ið er nýliga íkomið!
Sleppa ikki á sandin
Teir flestu bilarnir sum koyra út eftir Skálafjørðinum, fara út eftir eystara armi. Men fleiri teirra koyra hinumegin út á Skála, Strendur ella bygdirnar vestanfyri.
Hetta merkir uppaftur, at allir hesir túsundtals bilarnir ikki hava annan møguleika enn at fara gjøgnum heimbygdina hjá Almfinni.
Og fyri fólkið í Skálafirði er tað av stórum týdningi at gera vart við, at vegurin gjøgnum bygdina als ikki er gjørdur til ta ferðsluna sum nú er.
Vegurin gjøgnum bygdina varð gjørdur fyri góðum fimmti árum síðani. Hann var í roynd og veru seinasta pettið av samanbindingini av hesi vegagerðini. Samstundis sum ferðslan er økt, hevur bygdarfólkið bert staðfest, at tað er vorðið alsamt vandamiklari at ferðast á strekkinum.
- Og tú sært eisini, eitt tað besta spæliplássið í bygdini – sandurin – sum børnini nærum ikki sleppa til fyri bilum.
- Støðan er jú hon, at meginparturin av bygdini liggur omanfyri vegin. Og skulu børnini oman hagar at spæla, mugu tey altso tvørtur um henda vandamikla vegin, sigur hann álvarsamur.
Og hann leggur í sama andadrátti aftrat: - Varð vegurin lagdur omanfyri bygdina, høvdu vit fingið eina góða og vinarliga bygd, eins og tey ferðandi høvdu fingið munandi betri umstøður!
Trý óhapp
Grundøkið hjá Almfinni liggur beint oman móti bygdarvegnum, og hann er tí dagliga vitni til ta nógvu ferðsluna sum bara økist dag frá degi.
- Mær vitandi eru fimm ferðsluóhapp hend beint undir húsinum hjá mær innanfyri fá ár. So tað sigur rættuliga nógv um støðuna.
Í eina førinum møttust tveir bilar á vegnum, men hesin var ov smalur, soleiðis at annar teirra endaði í veitini.
Fyri nakað nógvum árum síðani var uppá tal at breiðka verandi veg gjøgnum bygdina, men henda ætlanin varð seinni slept.
- Tað var gott at henda ætlan var slept, tí hetta hevði ikki verið nøkur loysn fyri bygdina og okkum sum her búgva.
Einki hent
Javnt og samt við ta øktu ferðsluna, hevur bygdarfólkið ynskt sær broytingar við bygdarvegnum ella landsvegnum gjøgnum heimbygd teirra.
Fyri rættiliga mongum árum síðani byrjaðu menn at tosa um at ein landsvegur skuldi leggjast omanfyri bygdina.
Fyri nøkrum árum síðani kom henda ætlanin eitt stig víðari, tá ein linjuføring varð sett á kortið, hvar hesin vegurin skuldi liggja.
Gjørdist henda ætlanin veruleiki, hevði hetta verið bygdini til frama og fólkinum at gagni. Men tey kundu ístaðin fyri staðfesta, at byrjað varð fyrst at breiðka vegin millum Skála og Strendur.
- Vit her í Skálafirði mugu bara staðfesta, at her hjá okkum er so einki ítøkiligt hent enn, slær Almfinn Jacobsen fast.
FAKTA
Ferðslan gjøgnum bygdina í Skálafirði
Tey seinastu árini er ferðslan gjøgnum bygdina økt munandi. Hagtølini frá Landsverki vísa hetta sama.
Tølini niðanfyri er talið av bilum sum í miðal koyra gjøgnum bygdina um dagin:
Ár 2001: 1619 bilar í miðal um dagin
2002: 1574
2003: 1560
2004: 1692
2005: 1707