? Øll skulu kenna setanartreytirnar

Tá løgtigið kom saman í gjár, legði Hans Pauli Strøm, tingmaður, uppskot fyri tingið til lóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra. Verður uppskotið samtykt merkir tað í stórum, at øll starvsfólk, skulu hava eitt setanarskriv

Í gjár legði Hans Pauli Strøm fram uppskot á tingið sum, verður tað samtykt, hevur við sær, at allir løntakararar, sum ikki hava eitt setanarskriv, fáa eitt.

Uppskotið er nakað, sum hevur verið í huga hansara í longri tíð, og hann heldur at tað er fyri neyðini at fáa viðurskiftini upp á pláss.

? Tá eg leggi hetta uppskotið fram er tað serliga við teimum tímaløntu í huga, men tað verður galdandi fyri øll, sigur Hans Pauli Strøm.

Hann heldur, at gongdin í samfelagnum tíverri hevur verið so, at tey tímaløntu eru stak illa fyri tá tosað verður um starvsavtalur, og tað man vera í teimum allarfægstu førunum, at tey kenna sínar setanartreytir, leggur Hans Pauli afturat.

? Tá ein stjóri verður settur í starv, verða sum oftast øll viðurskifti avtalað niður í minsta smálut, og í slíkum førum er einki at koma afturumaftur við. Tað eigur eisini at vera galdandi fyri tey tímaløntu, um tað ikki verður líka nágreiniligt, sigur Hans Pauli.


Bara lønin í

sáttmálanum

Hans Pauli hevur nevniliga fest seg við, at tá sáttmálarnir hjá teimum lægstløntu og teimum hægstløntu verða samanbornir, er stórur munur á.

? Sáttmálarnir hjá teimum lægstløntu tosa so at siga ikki um annað enn um lønina, meðan sáttmálarnir hjá teimum hægstløntu taka eina rúgvu av øðrum viðurskiftum við. Tað kunnu vit bøta upp á við hesari lógini, sigur Hans Pauli Strøm.

Tað stuttliga við hesum lógaruppskotinum er, at tað formaliserar viðurskiftini hjá tí lægsta bólkinum, og til skemtunnar sigur Hans Pauli, at tey vóru betri stillað fyrr í tíðini.

? Tá høvdu tey eina »tyendelov«, sum setti ávísar treytir. Tað hava vit ikki longur, so nú er henda neyðug, sigur hann


Kostar einki

- fyri tey flestu

Í flestu førum tá eitt lógaruppskot verður samtykt, verður nógv hugt at kostnaðinum av uppskotinum.

? Hetta uppskotið kostar so at siga ikki eina krónu, í hvussu er ikki fyri tað almenna, sigur Hans Pauli Strøm.

? Teir allarflestu almennu stovnarnir eru í tí støðu, at teir hava hesi viðurskifti í lagi, sigur Hans Pauli, sum leggur afturat, at fyri privata arbeiðsmarknaðin kostar tað næstan bara tað pappíri, treytirnar eru skrivaðar á.

Men so fær fyritøkan eisini góðan fyrimun av at hava greiðar linjur fyri øll starvsfólk, og tað heldur tingmaður Javnaðarfloksins ikki er at kimsa at tá til stykkis kemur.

? Tað ger alla umsiting nógv greiðari, bæði fyri tey tímaløntu og fyri arbeiðsgevaran, sigur Hans Pauli.


Verkamannauppskot

Hóast uppskotið í dag verður lagt fyri tingið av javnaðartingmanni, so er tað ikki upprunaligt uppskot frá Javnaðarflokkinum, tí líknandi uppskot hevur verið lagt fyri tingið fyrr.

? Tú kanst siga, at hetta er arvasilvur frá Verkamannafylkingini, sum legði tað fram um árskiftið 97/98. Men av tí at tað ikki var endaliga viðgjørt áðrenn val varð útskrivað, kanst tæú á ein hátt siga, at tað fall fyri knívinum hjá Edmundi Joensen, sigur Hans Pauli Strøm, sum vónar at allir flokkar fara at taka undir við uppskotinum.


Øll verða tikin við

Uppskotið, sum Hans Pauli legði fyri tingið í gjár, er annars ikki eitt av teimum drúgvu hóast tað umfatar alla arbeiðsmegina í Føroyum.

Sjey eru greinirnar íalt og í teimum verður ásett hvat upplýsast skal og hvør revsingin er Uppskotsstillarin heldur, sum sagt, at tað er best, at geva øllum somu rættindi, tí samstundis fært tú tryggjað tær, at allir lønarbólkar eru við.

Hóast uppskotið leggur upp til, at lógin kemur í gildi 1. mai í ár, so er ætlanin, at øll tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, skulu koma undir lógina, verður hon samtykt.

Tey, sum verða sett í starv eftir 1. mai koma undir lógina av sær sjálvum, men tey, sum vóru í starvi áðrenn lógin kom í gildi, í seinasta lagið tríggjar mánaðir eftir áheitanina.

Málið varð, sum sagt lagt fyri tingið í gjár.