Løgmaður góðtekur dupulta løn til tingfólk

3,4 milliónir krónur kostar tað, at landsstýrisfólk fáa 250.000 kr í eykaløn, tá tey fara aftur í tingið

Í løgmanstíðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen hevur og fer løgtingið at gjalda í minsta lagi 3,4 milliónir krónur í løn til tingfólk, sum eisini fáa løn sum landsstýrisfólk.

 

Tá ein persónur fer frá sum landsstýrismaður, so fær hann bíðiløn frá landsstýrinum í eitt hálvt ár. Tekur hann sæti á tingi samstundis, so fær hann eisini løn fyri tað. Altso fær hann tvær trivaligar lønir. Tingfólk áseta sjálvi sína egnu løn, og staðfestast kann, at tey leggja sær  viðurskiftini tilrættis eitt sindur øðrvísi, enn aðrir lønmóttakarar, sum ikki sjálvir áseta sína egnu løn.

 

Men tað hava verið tingmenn, sum halda hetta vera órímuligt. Tveir teirra vóru Kári P. Højgaard og Kaj Leo Johannesen, sum 22. februar í 2008 løgdu fram uppskot, sum tók av hesa – eftir teirra tykki – órímuligu skipan.

 

Men tað var tá. Nú er støðan øðrvísi. Fyri Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen og hini landsstýrisfólkini, sum aftur taka sæti á tingi, merkir hetta eina eyka inntøku upp á 250.000 krónur. Men hvørki Kári P. Højgaard ella Kaj Leo Holm Johannesen vilja nú broyta hesa skipan, sum kundi spart skattgjaldaranum fleiri milliónir.


Sosialurin viðger málið í dag – TRÝST HER!

 

Gamla uppskoti hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Johannesen sæst niðanfyri: