Hóast hann ikki varð nevndur á listanum yvir teir sjólatnu, sum Føroya Stiftsstjórn varðar av, so bleiv indonesiski Saefundin Hasanah, ið sló út av Anitu 11. februar 2014, mintur av løgmanni undir minningarhaldinum á Vinnuháskúlanum.
Løgmaður hugleiddi í røðu síni um, hvussu tað er at liva av havinum.
- Vit vita, at havið er ein góður tænari. Men havið kann eisini vera ein kargur og óunniligur harri, segði løgmaður í røðuni.
Les eisini Røða Løgmans allahalgannadag
Hann treiv í aftur stórar vanlukkur, sum føroyska tjóðin hevur upplivað á sjónum. Í 1924 fóru skipini Anna við 17 monnum, General Gordon við 19 monnum og Sjóriddarin við 8 monnum.
Tíggju ár seinni, í 1934, fóru sluppirnar Nólsoy og Neptun, í sama mánaði. 43 mans sjólótust umborð á teimum báðum.
Í 1944 fór Verdandi úr Heiðunum, við 15 monnum.
- Minningardagur teirra sjólatnu er til minnis um teir, sum aloftast mistu lívið í gerninginum at vinna hesum landi breyð. Men dagurin er eisini til minnis um allar tær konur og børn, sum eftir sótu, og sum syrgdu fyri, at samfelagshjólini mólu víðari, segði løgmaður.
- Føroyar fara altíð at hava havið sum sín nærmasta granna.
- Tað er mín vón, at vit eisini hesaferð og í komandi árum vísa hesum minningardegi størstu virðing og sóma, sum tað sømir seg eini siglandi tjóð - tað veri seg í fiskivinnu, oljuvinnu ella aðrari vinnu, segði løgmaður.
- Lat okkum tí brúka dagin í dag til at koma saman og minnast tey, sum undan eru farin, við vón um styrk og ugga hjá okkum og okkara á vegnum fram á lívsleiðini.
Teir, ið vóru nevndir í minningarhaldinum vóru:
Rani í Billustovu, 20 ár, druknaði í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. desember 2013.
Jens Pauli Juul, 22 ár, druknaði í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. desember 2013.
Magnus Pauli Grønagarð, 48 ár, andaðist umborð á Pison, við bryggju í Leirvík 23. januar 2014.
Saefundin Hasanah, 34 ár, ættaður úr Indonesia, sló út av Anitu 11. februar 2014
Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaði í bilvanlukku í Oyndarfirði 8. apríl 2014.
Sámal J. Debes, 56 ár, andaðist umborð á Stapanum 25. august 2014.
Gunnar Zachariasen, 22 ár, andaðist umborð á Gamla Skálabergi við vestaru Vág í Tórshavn 25. september 2014.