Løgmaður og olympiski forsetin avtalað samstarv

Arbeiðsbólkur skal setast at útgreina føroysku umsóknina um at fáa olympiskan limaskap

 

Løgmaður og forsetin í Altjóða Olympisku Nevndini hava gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at útgreina tilgongdina í samband við føroysku umsóknina um limaskap frá 1984.

 

Tað er ein niðurstøða á fundinum ímillum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann og Thomas Bach, forseta í Altjóða Olympisku Nevndini, á OL høvuðsskrivstovuni í Lausanne í Sveis.

 

Løgmaður sigur í tíðindaskrivi, at fundurin var góður og at hann gjørdi forsetanum í Altjóða Olympisku Nevndini, greitt, at talan er um eitt rættiliga týdningarmikið mál fyri føroysku tjóðina.

 

- Millum annað vísti eg á, at Føroyar hava verið ein sjálvstøðug ítróttartjóð síðan 1939 og hava limaskap í nógvum altjóða ítróttarsambondum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og verji hjá føroysku ítróttini.

 

Á fundinum varð eisini avrátt at menna samstarvið millum føroyska ítrótt og Altjóða Olympisku Nevndina. Hetta verður gjørt í samstarvi við donsku olympisku nevndina.

 

Eisini er Thomas Bach bjóðaður til Føroya fyri at fáa enn størri innlit í føroyska ítrótt. Á fundinum í Lausanne vóru eisini umboð fyri ÍSF og formaðurin í donsku olympisku nevndini.

 

Løgmaður sigur, at ein felags fatan av tilgongdini við føroysku umsóknini hevur avgerandi týdning fyri bæði ÍSF og Altjóða Olympisku Nevndina.

 

- Samstundis eru dyr gloppaðar fyri øktum samstarvi við nevndina, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá fundinum. Myndir: Løgmansskrivstovan.