Tá Norðurlandaráðsfundur varð í Finlandi herfyri ynksti danski forsætisráðharrin at hitta umboð fyri Føroyar. Á samkomuni varð tosað um mangt og hvat. Hann tosaði um tann neyðuga dialogin, um at báðir partar eru ærligir yvir fyri hvørjum øðrum - ?om at have gensidig respekt.
Í hesum sambandi tók løgmaður fult undir við Nyrup og segði seg vilja vera við til at rudda slóð fyri tí so neyðuga dialoginum millum bæði londini í ríkinum.
Tað var í hesum sambandi, at løgmaður beyð Nyrup at koma til Føroya. Hann hevur annars eina standandi innbjóðing frá fyrr av.
-Eg vildi fegin sæð Nyrup í Føroyum sum skjótast. Fyri mær skuldi hann verið vælkomin til Føroya longu í næstu viku sigur Edmund Joensen.
Hann vísir annars á, at liggur tað ikki fyri hjá Nyrup at koma til Føroya nú í næstum, so hevði tað verið eitt gott høvi hjá honum at vitjað í Føroyum rundan um tann 1. apríl næsta ár, tá Heimastýrislógin fyllir 50 ár.
Ráðstevna
Talan er annars um at skipa fyri eini ráðstevnu, tá Heimastýrislógin hevur føðingardag og í hesum sambandi sær løgmaður fegin, at serfrøðingar oo. fara at halda fyrilestrar um hetta tíðarskeiðið. Har tað verður greitt frá, hvussu henda skipanin hevur roynst uppá gott og ilt.
Løgmaður sær fram til hesa ráðstevnu, har hann fegin sær serfrøðingar oa. fara at greiða frá, hvussu Heimastýrislógin hevur hilnast okkum føroyingum og koma við sínum boðum uppá framtíðina, tvs. um og hvussu lógin kann endurskoðast.
-Í mínum hugaheimi kundi hetta høvið verður eitt gott útgangsstøði at bygt upp eitt uppbyggjandi og gevandi orðaskifti, har allar hugsar meiningar og metingar koma fram.
Edmund Joensen heldur, at nógv av tí, sum kemur fram í tí dagliga politiska orðaskiftinum um hesar spurningar, byggir á flosklar og tí sær hann fram til eina ráðstevnu, har spurningarnir eisini verða viðgjørdir av serfrøðingum og fólki, sum ikki endiliga nýtast at hava nakað politiskt sikti við tí, sum verður ført fram. Hann vil heldur hava veruleikan fram, hvør hann so enn er.
Nyrup góður fyri føroyingar
Uppá fyrispurning um tað ber til at fáa ein dialog við danska forsætisráðharran, tá hugsað verður um bankakreppuna og alt, sum kom í kjalarvørrinum á henni sigur løgmaður, at hann hevur stórt álit á danska forsætisráðharranum. -Føroyingar eiga ein góðan forsætisráðharra í Poul Nyrup Rasmussen. Nú hava vit brúk fyri einum ærligum dialogi, sum kann loysa upp fyri teimum tingum, sum eru komin skeivt fyri.
Edmund Joensen sigur, at tað, sum hevur koyrt tingini føst, er kravið um ymsar kanningar, sum bara skjóta málini út. Heldur áttu tey at verið tikin fram politiskt og avgreitt sum so.
Við hesum sipar løgmaður til, at tað einasta rætta hevði verið, at danir tóku til eftirtektar, at bankamál hoyra undir danska lóggávu, og átti staturin tí eisini at tikið sær ábyrgdina av bankamálinum. Hann heldur fyri, at vit føroyingar áttu tí ongantíð at skrivað undir nakað sum helst í Danmark, sum hevði við sær, at rokningin fyri bankabjarging fór til føroyingar.
-Hetta er ein prinsippsak við festi í Heimastýrislógini. Vit áttu at farið til danska systemið við eini politiskari sak og fingið hana loysta. Tað skuldi ikki havt verið neyðugt við nakrari kanningarnevnd. Vit hava eina Heimastýrislóg og heldur tú teg ikki til hana sum eitt nú í hesum málinum, so kann alt vera tað sama. At tosa um eina nýggja lóg, tá tú ikki megnar at fylla tí verandi út, er eftir mínum tykki burturvið.
Uttan mun til hvørja støðu teir ymsu flokkarnir í Føroyum hava til allar hesar spurningar, so heldur løgmaður tað vera rætt, at danski forsætisráðharrin kemur til Føroya at taka uppaftur dialogin millum báðar ríkispartarnar.
-