Í fyrsta dystinum hjá uppflytarunum, AC Horsens í donsku superliguni hetta kappingarárið eydnaðist tað Adrian R. Justinussen og liðfeløgunum at knógva eitt stig.
Dysturin á Hybel Arena leikvøllinum í Horsens móti FC Nordsjællandi endaði við javnleiki 1-1.
33 minuttir vóru farnir tá útiliðið legði seg á odda. 10 minuttir seinni var Kristian Kirkegaard hjá Horsens feldur í brotsteiginum. Tað gjørdist talan um eina drúgva VAR-avgerð áðrenn tað endaði við brotssparki til heimaliðið. Adrian var sera tryggur og javnaði til 1-1. Talan er um fyrsta málið hjá Adriani í donsku superliguni.
FC Nordsjælland hevði bóltin væl meira, og teir høvdu eisini fleiri málmøguleikar enn heimaliðið, so teir í Horsens eru ikki ónøgdir við at knógva eitt stig móti verandi bronsuvinnarunum í superliguni.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja málini frá dystinum og drúgvu VAR-avgerðina.
Komandi sunnudag klokkan 13 hevur AC Horsens dyst á útivølli móti FC Midtjyllandi.











