Løgreglan saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum ger javnan kanningar av teimum, sum selja fýrverk. Strong krøv eru, sum skulu lúkast.
Í kanningunum í gjár var eitt sølustað stongt, tí at viðurskiftini vóru ikki í lagi.
Hendan fýrverksølan fekk boð um, at tey kunnu ikki lata upp aftur, fyrr enn øll viðurskifti eru í lagi og eftir at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur góðkent viðurskiftini.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann sigur, at tríggir politistar eru úti og kanna fýrverksølu, og tað gera teir aftur í dag.
Annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, tí einki annað er at skriva heim um.










