Hóast spenningur er um lagnuna hjá uppskotinum, so er enn einki sum bendir á, at nøkur broyting verður í mun til 2. viðgerð mánadagin, tá uppskotið varð samtykt.
Royndir verða gjørdar at broyta uppskotið, eitt nú ætla Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Stefrfan Klein Poulsen úr Miðflokkinum at koma við broytingaruppskoti til triðju viðgerð, har gildiskoman av uppskotinum verður útsett til eftir næsta løgtingsval soleiðis, at nýggja Løgtingið, sum verður valt á næsta vali, fær uppgávuna endaliga at staðfesta ella at vraka uppskotið.
Við øðrum orðum er tað ein roynd at loyva einum nývaldum Løgtingið at fella uppskotið.
Hetta uppskot hevur valla nakran møguleika at verða samtykt.
Uppskotið til løgtingslóg um fosturtøku er 4. punkt á skránni hjá Løgtinginum í dag. Fundarskráin sær soleiðis út:
Dagsskráin, hósdagur, 04. desember 2025, kl. 11:00
|
1 |
3. viðgerð LM-006/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) (Burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið, TAKS fær heimild at krevja upplýsingar, roknskapartilfar o.tíl., ásetingar um rentu, innheintan, panting og afturhald í inntøku verða settar inn, broytt revsiáseting o.a.) |
|
2 |
3. viðgerð LM-033/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga (PIE-fyriskipanin) og løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin) (Fylgibroytingar í sambandi við, at nýggj ársroknskaparlóg verður sett í gildi o.a.) |
|
3 |
3. viðgerð LM-038/2025 - Uppskot til løgtingslóg um ársroknskap (Ársroknskaparlógin) |
|
4 |
3. viðgerð LM-014/2025 - Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin) |
|
5 |
3. viðgerð LM-011/2025 - Uppskot til løgtingslóg um sterilisatión og kastratión (Sterilisatiónslógin) |
|
6 |
2. viðgerð LM-019/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (MVG frítøka fyri epli, grønmeti og barnablæur og broyttar MVG-reglur fyri brúktar leigubilar- fylgilógaruppskot til FLU 2026) |
|
7 |
2. viðgerð LM-023/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Lækka inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin og víðka virkisøkið hjá Vinnusjúkugrunninum) |
|
8 |
2. viðgerð LM-027/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.) |
|
9 |
2. viðgerð LM-030/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Heitið á løgtingslógini verður broytt, løgtingslógin fær stytt heiti, ein tøknilig broyting, og reglur um endurgjald til smærri vinnurekandi fyri lønarútreiðslur til starvsmenn, sum hava verið óarbeiðsførir vegna sjúku longur enn 4 vikur) |
|
10 |
2. viðgerð LM-031/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Sektir fara sum høvuðsregla í landskassan) |
|
11 |
2. viðgerð LM-032/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við at ávísar sektir fara í landskassan (Fylgibroytingar til broyting í revsilógini § 50, stk. 1) |
|
12 |
2. viðgerð LM-043/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (Avskrivingarlógin) (Broyting í avskriving av leiguíbúðum) |
|
13 |
2. viðgerð LM-044/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Hækking av barnafrádráttinum) |
|
14 |
2. viðgerð LM-045/2025 - Uppskot til samtyktar um at hækka ríkisveitingina |
|
15 |
1. viðgerð LM-058/2025 - Uppskot til løgtingslóg um umvæling av løgtingsbygninginum á Tinghúsvegi 3 |
|
16 |
1. viðgerð LM-057/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum |
|
17 |
1. viðgerð LM-055/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýtt vørunummar í toll- og vøruskránni til Prima snús) |
|
18 |
1. viðgerð LM-056/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv) |
|
19 |
Framløga |










