Hjarnar Jákupsson Johansen verður partur av besta liðnum hjá B68 komandi tvey árini. Tað boðar felagið frá. 18 ára gamli áleyparin var partur av næstbesta liðnum hjá B68, sum vann 2. deild.
- Við teimun ambitiónunum sum B68 og Jákup á Borg hava lagt fyri framtíđini í B68, føli eg at hetta er rætta staðið hjá mær at mennast, sigur Hjarnar Jákupsson Johansen.
Hjarnar Jákupsson Johansen fekk longu debut á besta liðnum í 2020. Hjarnar hevur í ár fyri tað mesta spælt við 2.liðið, sum vunnu 2. deild í stórum stíli. Hjarnar Jákupsson Johansen verður lýstur sum ein tekniskur spælari, ið hevur eitt gott vinstra bein.
Higartil er greitt, at B68 heldur fast í Jákupi á Borg sum venjara. Av teimum útlendsku spælarunum er tað bara Aiden Liu, sum ikki heldur fram. Alex Mellemgaard og Ragnar Samuelsen eru komnir frá B36 og Jørgen Nielsen er komin frá NSÍ.