Átta europeisk lond hava framvegis møguleikan at náa HM-endaspælinum í Fraklandi næsta summar.
Leygardagin vóru seinastu dystirnir í bólkaspælinum spældir, og nú øll tey londini sum gjørdust nummar tvey í bólkunum (uttan Skotland, sum var besti tveyarin) skulu spæla tveir kvalifikatiónsdystir um pláss í endaspælinum.
Lutakastið var í gjár og tað fall soleiðis, at tveir av avgjørdu risunum í europeiskum fótbólti hittast í einum av dystunum, og greitt er tí, at bæði Italia og Rusland kunnu ikki koma til endaspælið.
Jugoslavia, sum var nummar tvey í bólkinum har Føroyar var við, skal spæla móti Ungarn, og tað er avgjørt uppgáva, sum jugoslaviska liðið eigur at klára.
Kroatia, sum var í bólki saman við Danmark, skal spæla móti Ukraina, og seinasti dysturin er millum Belgia og Írland.
Fyrru dystirnir verða spældir 29. oktober og teir seinnu 15. november.