Málini við Margáir

0-1: Ingi Højsted, 10 min.

Vertirnir á ónøgdir, tá innlegg endar við hornasparki, tí teir vilja heldur hava málspark. Tá hornasparkið verður sent innfyri, er René Tórgarð ikki nóg avgjørdur. Hann hálvgum boksar bóltin fyri føturnar á Inga Højsted, sum avgjørdur smekkar bóltin í netið.

 

0-2: Hanus Thorleifsson, 16 min.

Bleytur bóltur verður sendir móti verjuni, har Egil á Bø og Hanus Thorleifsson dystast. Báðir skumpa helst nakað ríkiliga, men dómari floytar ikki, og tá Hanus skjýtur, verður bólturin umvegis Egil avrættaður, so René er prísgivin.

 

1-2: Bárður Olsen (br.), 26 min.

Odmar Færø fellir púra leysa – og kanska rangstadda – Arnbjørn T. Hansen aftanífrá, og so er reytt kort og brotsspark einasta valið, sum dómarin hevur. Brotssparkið sendir Bárður Olsen trygt í netið, og so raknar EB/Streymur við.

 

2-2: Høgni Zachariassen, 29 min.

Meinhardt Joensen boksar ikki serliga sannførandi bleytt innlegg burtur til innkast við hornaflaggið. Hetta endar við, at bólturin verður sendir innfyri, og við einum framúr stútara sendir Høgni Zachariassen EB/Streym upp á javnleik og FM-kós.

 

3-2: Hans Pauli Samuelsen, 32 min.

Alt tykist rigga hjá EB/Streymi. Vindurin er eisini undan fyri steðgin, og við stuttum avtrekki og dundurskoti hamrar Hans Pauli Samuelsen til bóltin, sum kavara beint undir tvørtræið.

 

3-3: Jákup á Borg, 53 min.

Leif Niclassen er ópressaður, men gevur sær somikið góðar stundir, at Jákup á Borg kann taka bóltin av honum. Eingin annar verjuspælari kemur ímóti Jákupi, og av brotsteigarmarkinum smekkar hann flatt inn um stólpan.

 

3-4: Dmitrij Jankovic, 75 min.

B36 hevur fríspark á brotsteigarmarkinum tætt at baklinjuni. Jákup á Borg hamrar bóltin innfyri í knæhædd, og har er Dmitrij á rætta staðnum og beinir bóltin í meskarnar.

 

3-5: Sam Malson, 80 min.

Hornasparksstøða hjá EB/Streymi endar við kontra, tá Jákup á Borg sendir Sam avstað. Bretin kapprennur við Leif Niclassen um hálvan vøll og sleppur eisini inn um hann. Og hóast Jákup á Borg bíðar við víðopnum máli, so sendir Malson úr spískum inn um René Tórgarð og nærmara stólpa.

 

4-5: Hanus Eliasen, 87 min.

Hfuglfirðingurin er fyrstur á longum bólti, og so lyftir hann upp um Meinhardt Joensen og í málið. Men tað er ov lítið og ov seint hjá EB/Streymi, sum hóast málveitsluna noyðist at bíða í minsta lagi 14 dagar afturat eftir fyrsta meistaraheitinum hjá felagnum.