Maður druknaður í Árnafirði

Stutt áðrenn middag kom ein alibátur í Árnafirði fram á ein mann, sum fleyt druknaður í sjónum

 

Ein alibátur í Árnafirði kom í morgun fram á ein mann, sum lá og fleyt lívleysur í sjónum.

Manningin á alibátinum bar skjótt at, fekk drigið mannin umborð á alibátin og bað um hjálp.

Tá maðurin var komin umborð á alibátin sýntist, at hann kortini ikki var deyður. Hann varð í skundi fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, men doyði áðrenn hann kom á staðið.

Løgreglan í Klaksvík sigur, at maðurin var farin einsamallur á flot við bátinum.