Í dag hevði forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, eina langa telefonsamrøðu við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Skrivstovan hjá franska forsetanum upplýsir, at teir báðir snakkaðu saman í ein tíma, og teir umrøddu kríggið í Ukraina.
Sum skilst, var tað Emmanuel Macro, sum tók stig til samrøðuna teirra millum.
Sambært útlendskum miðlum í kvøld umrøddu teir treytirnar fyri einari møguligari vápnahvíld í Ukraina.
Men, sambært fronsku forsetaskrivstovuni gjørdist eingin semja teirra millum.
Hóast einki kom burtur úr, heldur franski forsetin tað kortini hava týdning at halda fram at snakka við russiska forsetan.
Síðan russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar, hevur franski forsetin fleiri ferðir snakkað við bæði Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.