Í eini sjónvarpssamrøðu í dag endurtók franski forsetin, Emmanuel Macron, at hann ikki útilokar, at herfólk úr vesturheiminum kunnu verða send til Ukraina.
Samstundis, sum hann segði hetta, legði hann dent á, at Frakland fer at gera alt fyri at tryggja, at Russland ikki kemur sigrandi burtur úr krígnum.
- Um støðan í Ukraina versnar, vilja vit syrgja fyri, at Russland ongantíð vinnur hetta kríggið, segði Emmanuel Macron við sjónvarpsstøðina.
Meðan Frakland hevur sagt, at tað ikki er óhugsandi at senda herfólk til Ukraina, siga bæði USA og Týskland, at hetta ikki er aktuelt.