"Make Russia Small Again" gjørdist ov nógv fyri russar

Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, rópar ukrainska forsetan "idiot"

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er í einari nýggjari video-upptøku í einari serligari t-blusu.

 

Hetta er ikki farið afturvið borðinum hjá russum uttan orð.

 

"Make Russia Small Again" stendur á blusuni hjá forsetanum, og hann hevur sjálvur deilt upptøkuna á boðtænastuni, Telegram.

 

Hetta er júst tað øvuta av tí, sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, brúkar sum slagorð um sítt land, tá hann sigur: "Make America Great Again".

 

Tað er eingin loyna, at málið hjá Volodymyr Zelenskyj, forseta, er at reka russar úr aftur hersettu økjunum í Ukraina.

 

Ávísin, The New Voice of Ukraine, veit at siga, at forsetin fekk blusuna við hesi serstøku áskrift frá ukrainska politikaranum, Honna Hopko, í vikuni.

 

##med2##

 

Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, rópar ukrainska forsetan "idiot" í einum uppslagi á boðtænastuni, X, fyrrverandi Twitter. 

 

So, líkt er til, at "Make Russia Small Again" er ikki fallið í góða jørð í Russlandi.

 

Flestu munnu vita, at Volodymyr Zelenskyj hevur eina fortíð sum dugnaligur komikari, og alt bendir á, at hann eisini dugir at arga russiskar myndugleikar.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/putin-verdur-alt-meira-fra-saer-sjalvum

 

 

 

 

 

 

 

Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum