Málkongurin tekur eitt tørn aftrat

NSÍ boðar í kvøld frá, at Klæmint A. Olsen eisini í 2022 fer at umboða barndómsfelagið

Hann hevur ikki umboðað nakað annað felag enn barndómsfelagið. Og tað verður neyvan, at Klæmint A. Olsen fer at umboða nakað annað felag enn NSÍ.

 

Spurningurin er heldur, hvussu leingi málkongurin í føroyskum fótbólti fer at halda fram at spæla.

 

Nú er greitt, at hann fer í hvussu so er at spæla í eitt ár aftart, og um tað fer at ganga, sum tað higartil hevur gjørt, so verður 2022 neyvan síðsta árið hjá honum í frestu røð.

 

Í kvøld boðar NSÍ frá, at 30 ára gamli Klæmint A. Olsen eisini í 2022 fer at umboða felagið, sum hann altíð hevur umboðað.

 

Klæmint A. Olsen hevur skorað fleiri mál í fremstu røð enn nakar annar hevur í bestu føroysku deildilni. Sambært faroesoccer.com hevur Klæmint spælt 336 landskappingardystir í bestu deildini, og hann hevur skorað 211 mál. Í steypakappingini hevur hann spælt 30 dystir og skorað 22 mál, hann hevur spælt tveir stórsteypadystir og skorað eitt mál, og í Europa hevur hann spælt 21 dystir og skorað sjey mál.

 

NSÍ liðformaðurin hevur spælt 39 landsdystir og skorað sjey mál.