Mamy Dahl Sørensen leiðari í Dagtilhaldinum

Týsdagin samtykti Klaksvíkar býráð at seta Mamy Dahl Sørensen á Viðareiði sum nýggjan leiðara í Dagtilhaldinum fyri pensjónistar í Hvíthúsi við Klaksvíksvegin.

Mamy Dahl Sørensen er útbúgvin landmálari og heilsurøktari, og hon tekur við starvinum fyrst í komandi ári.
Higartil hevur leiðarin bert verið í parttíðarstarvi. Men nýggi leiðarin er settur í fulltíðarstarv, og tí fer tilhaldið at verða meira opið í framtíðini.
? Eg ætli mær at geva pensjónistunum ein fjølbroytta samveru í hugnaligum umhvørvi, sigur Mamy Dahl Sørensen, sum fer at leggja dent á, at pensjónistarnir skulu kenna seg vælkomnar.
Hon sigur, at møguleikarnir verða fleiri, nú meira verður opið, eitt nú ber til at skipa fyri ymsum ítrivi, kvøldsetum, café o. s. fr. Eisini fer at bera til at skipa fyri tiltøkum undir kvøldskúlaskipanini, sigur hon.