Manipulerar Landstýrið við skattaprocentum?

Landstýrið segði føroyingum fyri kortum, at skattatrýstið var lægri her enn í Danmark. Nú siga teir at Nyrup lýgur, tá hann sigur tað sama sum teir sjálvir.

Skattir og avgjøld:

Øll vita vit, at núverandi samgonga er sera glað fyri at krevja sum mest inn í skatti frá føroyingum. Teir hava tí heldur onki gjørt fyri at lækka um hendan. Fyri kortum sendi fíggjarmálaráðharrin út skriv, har talva vísti, at skattatrýstið í Føroyum var lægri enn í Danmark. Nú Nyrup sigur tað sama, so ákæra teir hann fyri at siga ósatt. Tað vil siga, at teir nú viðganga, at teir sjálvir hava sagt ósatt fyri føroyingum. Vit fáa nú greitt at vita, at nettoskatturin er hægri í Føroyum enn í Danmark. Men tað man neyvan undra nakran skattgjaldara, at soleiðis er. Tí skatturin er enn alt ov høgur, og má lækkast. Um ein onnur samgonga kemur til, so má tað við í samgonguskjalið - og haldast! Tí núsitandi samgonga hevur svikið í ólukkumát á hesum eins og á øðrum økjum.

Skattir eiga at lækka:

Tíverri tykjist núverandi samgonga vilja krevja sum mest inn í skatti, fyri at royna at gjalda sum minst útaftur. Tað gevur so eitt yvirskot á løgtingsfíggjarlógini, ið teir reypa óført um.

Tíverri sást frøin ivir fløðandi skattakrónurnar millum annað á fremstu síðu í seinasta Dagblaði. At slík slaktan av skattgjaldaranum kann gleða nakran, er at undrast ivir.

Vónandi kemur Fólkaflokkurin aftur ?niður á jørðina? og gloymir alt um loysing fyri aftur at vera við at royna at lækka um skattirnar hjá føroyinginum. Tað eru vit nógv í ynskja.

Men sera álvarsligt er tað, at Landstýrið hevur sagt ósatt fyri føroyingum um skattin!

Vinarliga Marjus Dame;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm