Málið um lønina hjá fólkunum umborð á føroyska trolaranum Topaz er nú loyst Í gjár fingu 22 av teimum í alt 42 fólkunum umborð á trolaranum Topaz sína løn og fóru heim, og tey, sum eru eftir umborð, fáa eftir ætlan løn í dag og í morgin og fara so heim.
Tvey umboð fyri Íløgufelagið Royndina, sum Lív eigur, eru í Las Palmas, har tey hava avgreitt lønina hjá fólkunum umborð á Topaz.
-Vit kundu sum felag ikki góðtaka støðuna, sum fólkini umborð á Topaz vóru komin í, og tí valdu vit at yvirtaka lønarkravið, sum tey høvdu sett Bjarta Mohr, reiðara, sigur Tummas Eliasen, stjóri í Lív, við útvarpið hjá Kringvarpinum.