Maria Beder skal kappast við Hafdís Renötudóttir í Vali

20 ára gamla hoyvíkskvinnan fer at royna seg í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Mynd: Valur Handbolti

Annar av málverjunum hjá hjá íslendska høvuðsstaðarfelagnum, Vali í komandi kappingarárinum verður 20 ára gamla Maria Beder, ið kemur úr H71.

 

Anton Rúnarsson høvuðsvenjari hjá Vali sigur seg vera sera væl nøgdan við, at evnaríki málverjin, ið hevur staðið væl í H71 og á U20-landsliðnum. er komin til Val. Hann heldur, at Maria og Hafdís Renötudóttir, landsliðsmálverji hjá Íslandi vera eitt sterkt málverjupar hjá Vali, og gleðir Anton Rúnarsson seg til at fylgja gongdini hjá Mariu komandi kappingarár. 

 

Valur leggur fyri í bestu íslendsku hondbóltsdeildini komandi leygardag klokkan 16, tá Selfoss kemur á vitjan í høllini á Hlíðarenda. 

 

Valur hevur vunnið íslendska meistaraheitið fýra ár á rað. 

 

 

 

Mynd: Valur Handbolti