Putin: - Russland vil ikki samráðast við terroristar

Í dag ávaraði ukrainski forsetin flogfeløg og ferðafólk imót at ferðast í russiskum loftrúmi, tí russiskt loftrúm verður fult við ukrainskum dronum so leingi, sum kríggið varar

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur við tíðindafólk, at Russland fer at vinna kríggið í Ukraina, og hann vísir aftur samrøðum við "terroristar", sum hann tekur til.

 

- Tað er ómøguligt at samráðast við terrorirstar, endurtekur hann.

 

Forsetin heldur uppá, at russiski herurin hevur framgongd í Ukraina, og hann sigur seg ikki vera í iva um, at Ukraina fyrr ella seinni hoknar undir russiska trýstinum.

 

Sum skilst, hitti Vladimir Putin tíðindafólk eftir ein toppfund í Kirgisistan í dag, men hann vildi einki siga um, nær hann væntar, at Ukraina fer at geva seg yvir.

 

Russiski forsetin helt uppá, at herurin hjá honum hevur tikið 270 ferkilometrar av ukrainskum landaøki í Donetsk-regiónini í august, og hann vildi eisini vera við, at nógvir ukrainskir hermenn í økinum eru kringsettir.

 

Reuters, sum endurgevur russiska forsetan, sigur seg ikki kunna vátta - ella avsanna - hesi tíðindi, sum forsetin kemur við.

 

Sambært Vladimir Putin heldur russiski herurin fram við átøkunum móti ukrainsku býunum, Slavjansk og Kramatorsk, og hann sigur, at herurin eisini fyrireikar seg til nýggj og umfatandi álop á ukrainska orkukervið.

 

Í samrøðuni við tíðindafólk viðurkendi russiski forsetin, at ukrainsku álopini langt inni í Russlandi hava gjørt landinum skaða, og hann noyddist at viðganga, at ukrainsku dronurnar eru ein avbjóðing hjá russiska herinum.

 

##med2##

 

Í dag ávaraði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, flogfeløg og ferðafólk imót at ferðast í russiskum loftrúmi, tí russiskt loftrúm verður, sum hann tók til, "fult við ukrainskum dronum" so leingi, sum kríggið varar.

 

Hesar útsagnir hjá ukrainska forsetanum kallar Vladimir Putin "statsterrorismu" og sigur, at um so verður, fer Russland at finna ein máta at loysa ta uppgávuna.

 

 

 

 

 

Forsetarnir, Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj