Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.
Sambært aðgerðarleiðaranum hjá íslendsku Landhelgisgæsluni, Magnúsi Pálmari Jónssyni, hevur Bandero nærkast Hvali 9 og roynt at forða skipinum.
Paul Watson-felagsskapurin sigur í eini fráboðan, at Bandero stoytti saman við Hval 9. Sambært felagsskapinum steðgaði hvalaveiðuskipið síðani veiðuni og sigldi aftur í havn.
Hesar upplýsingar hevur Landhelgisgæslan tó enn ikki váttað.
Landhelgisgæslan hevur sent bæði skip og tyrlu á staðið. Á Facebook hevur Paul Watson-felagsskapurin lagt út sjónbond, har bæði varðskip og tyrlan síggjast. Landhelgisgæslan hevur váttað, at upptøkurnar eru frá hendingini í kvøld.
Magnús Pálmar Jónsson sigur, at fleiri upplýsingar koma í einum tíðindaskrivi seinni.
Bandero hevur seinastu tíðina verið í íslendskum sjóøki við tí lýsta endamáli at fylgja við og royna at steðga íslendsku hvalaveiðuni.
Myndatekstur:
Paul Watson-samtøkini hava lagt út upptøkur, sum sambært teimum vísa íslendsku Landhelgisgæsluna undir átakinum við hvalaveiðuskipið Hval 9.











