Tónleikur
Eyðun Klakstein
Føroyar eru eitt rættiliga ókent land, tá ið tað snýr seg um tónleikans heimskort. Føroyskir tónleikarar og komponistar hava ikki av álvara sett síni fingramerki á europeiska nótapappírið, men tað kann skjótt broytast.
Gongdin seinastu fimm árini gevur ábendingar um, at føroyskur tónleikur stendur á gáttuni til altjóða gjøgnumbrot innan fá ár. Fyrstu fetini eru tikin fram ímóti einum størri útflutningi av tónleiki, og bæði danskir og íslendskir tónleikakennarar eru hugtiknir.
? Tað er ómetaliga nógvir møguleikar fyri føroyskan tónleik. Føroyar eiga nógv bleiktrandi talent, og tónleikarar tora at gera nakað, sum er øðrvísi, sigur Jens Ove Friis, sum er stjóri fyri danska plátufelagið RecArt.
Íslendski tónleikablaðmaðurin og ?kennarin, Jens Guð, samanber aktuellu støðuna í føroyskum tónleiki við íslendska standin í áttatiárunum.
? Tað hevur verið sera spennandi at fylgt føroyskum tónleiki seinastu fimm árini. Det líkist nógv tí, sum hendi í íslendskum tónleiki í 80?unum, tá ið øll royndu at finna sítt egna ljóð og gera originalan tónleik. Úrslitið av hesum gjørdist heimskend nøvn sum Mezzoforte, Bjørk og Sigur Rós, som hava selt nógvar milliónir plátur kring heimin, sigur han.
Nógv fleiri útgávur
Føroyar hava eina gamla sangtraditión, har sangir og løg hava yvirlivað av mannamunni, og kvæði og sálmar verða í dag mettir sum tað mest uppruna føroyska sum finnist av tónleiki.
Tey veruligu ljóðførini komu rættiliga seint til Føroya, og alt tað klassiska tíðarskeiðið við Bach og Beethoven náddi í fyrstu syftu ikki til Føroya.
Tann rútmiski tónleikurin, sum vit kenna í dag, fekk veruliga vind í seglini í sekstiárunum, men her var fyrst og fremst talan um, at føroyingar spældu tónleik hjá útlendingum og gjørdu tónleik, sum líktist hesum.
Menningin í føroyskum tónleiki helt fram, og í tíðarskeiðum vóru tað bólkar, sum høvdu skapt sær grundarlag fyri nøkrum spennandi, men tað gjørdist til lítið meira enn heimligt gjøgnumbrot hjá teimum flestu.
Flest øll tónleikaøki kunnu reypa sær av nógvum virksemi, men innan popp- og rocktónleik hevur nógv verið á vási seinastu sjey árini.
Tað sæst eisini aftur í talinum á útgávum. Landsins størsta plátufelag, Tutl, hevur merkt tað stóra virksemið og hugin til útgávur.
? Tað hava ongantíð áður verið so nógvir popp- og rockbólkar í Føroyum, sum tað hava verið seinastu árini. Tað hevur eisini havt við sær fleiri útgávur, sigur Kristian Blak.
Tutl gav sína fyrstu plátu út í 1977, og fram til 1995 komu 50 útgávur frá felagnum. Seinatu sjey árini hevur Tutl givið 100 plátur út, og hóast partur av hesum stavar frá endurútgávum, so er ein stórur vøkstur í útgávunum av popp- og rocktónleiki.
Kristian Blak heldur, at besta søluátakið, føroyskur tónleikur kann gera uttanlands, er at spæla á konsertum. Í hesum árinum hevur Tutl longu gjørt avtalur um konsertir í sløkum 20 londum kring heimin.
Eitt gott ár
2002 var árið, tá ið føroyskir tónleikarar vóru meira virknir enn nakrantíð á útlendskum palli. Og úrslitini vóru eisini at fegnast um.
Íslendingar tóku føroyskan tónleik til sín sum ongantíð áður. Teitur Lassen gjørdi sáttmála við heimsins størsta plátufelag. Sunleif Rasmussen fekk norðurlendsku tónleikavirðislønina. Týr vann danska tónleikakapping og hevði eitt stórt hitt í Íslandi. Clickhaze spældi á konsertum í Norðurlondum. Brandur Enni gjørdi vart við seg. Og soleiðis ber til at halda fram við smærri og størri sigrum fyri føroyskan tónleik. Sigrar, sum ongantíð áður, hava verið so nógvir.
? Tað er hend ein hugburðsbroyting millum fólk og í politisku skipanini. Tey spennandi úrslitini gera, at nú trúgva nógv fleiri fólk, at føroyskur tónleikur veruliga kann gerast til nakað stórt í útlondum, sigur Fróði Vestergaard, sum hevur samskipað Prix Føroyar kappingina øll árini.
At virðingin fyri føroyskum tónleiki og tónleikarum er vaksin, sæst millum annað aftur í, at Føroya Arbeiðsgevararfelag gav virðislønina fyri ársins átak til Teit Lassen.
Tikin á bóli
Útlendskir tónleikarar og bransjufólk halda, at virksemið í føroyskum tónleiki er óvanliga stórt, og dygdin í tónleikinum er eisini óvæntað góð.
Lars »Charlie« Mortensen, sum er leiðari fyri tónleikafestivalin í Jelling, vitjaði Føroyar fyri fyrstu ferð í 2001, tá ið hann var ein av útlendsku dómarunum til Prix Føroyar finaluna. Hann fekk ta kensluna, sum nógvir útlendskir gestir fáa, tá ið teir vitja hendan vegin.
? Eg visti so at siga einki um føroyskan tónleik, tá eg kom til Føroya. Eg visti bara, at tit dansa ein serliga dans. Tí var eg tikin á bóli, tá ið eg sá, hvussu umfatandi føroyska tónleikalívið er. Slíkt blómandi tónleikalív kanst tú ikki finna í nøkrum donskum býi við líknandi stødd, sigur hann.
Isolatiónin hjálpir
Tað er trupult at finna eina gjøgnumgangandi grundgeving fyri, hví støðan er, sum hon er. Martin Mouritsen, sum er leiðari av føroysku musikskúlaskipanini, hevur eitt boð.
? Eg haldi, at tað eru tríggjar orsøkir til tann nógva tónleikin í Føroyum ? isolatión, informatión og ambitión. Vit liggja her fjarskotin í Atlantshavinum, og tað ger, at talentini ikki flyta sum í øðrum londum, har tey ofta leita úr teimum smáu støðunum til stórbýirnar. Men hóast okkara isolatión, hava vit fingið nógva upplýsing og íblástur úr útlandinum, og tað hevur styrkt tónleikaligu eginleikarnar her á landi, heldur hann.
? Í einum lítlum samfelagi sum okkara, kanst tú skjótt fáa eitt navn, og tað gevur nógvar ambitiónir innan tónleikin. Tað eru heldur ikki so nógv, sum duga betur at spæla á tað ljóðføri, sum tú spælir, og tí geva fólk ikki upp, hóast tað tekur nógv ár at gerast góður tónleikari, sigur Martin Mouritsen.
Tora at gera sítt egna
Fyrsta Prix Føroyar kappingin varð hildin í 1995. Hon skuldi geva tónleikarum nýggjar avbjóðingar og møguleikar.
Prix Føroyar kom frá byrjan at fylla nógv í landslagnum, og nú átta ár seinni er kappingin framvegis ein stórhending í føroyskum tónleiki.
? Tá ið kappingin byrjaði í 1995, spældu teir flestu føroysku bólkarnar kopitónleik. Eitt av týdningarmestu krøvunum hjá okkum til teir luttakandi bólkarnar var, at teir skuldu gera sín egna tónleik, sigur Fróði Vestergaard.
Hetta kravið hevur verið viðvirkandi til, at nógv fleiri føroyskir bólkar eru farnir at spæla sín egna tónleik. Hetta gera teir eisini til konsertir og festivalar, har einki krav er um slíkt.
? Tað er vorðið lógligt at spæla originalan tónleik og at royna nakað nýtt við ljóði og kompositiónum. Bólkarnir ynskja sín egna samleika, og teir eru vorðnir meira kreativir, heldur Fróði Vestergaard.
Landsstýriskvinnan við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, heldur, at búskaparliga kreppan í landinum í fyrru hálvu av nítiárunum hevur havt týdning fyri tónleikaliga virksemið og kreativitetin.
? Undir kreppuni kom tað skapandi menniskjað veruliga fyri seg. Fólk sóu, at tað vóru onnur virði enn tey fíggjarligu, og í árunum aftaná kreppuna, blómaði til dømis føroyska tónleikalívið. Tað finst nakað gott í flestu tingum, og í mínum eygum fekk føroyskur tónleikur eina nýggja dimensjón eftir kreppuna, sigur hon.
Gott grundarlag
Íslendski tónleikablaðmaðurin, tónleikarin og føroyavinurin, Jens Guð, hevur fylgt føroyskum tónleiki síðani byrjanina av nítiárunum, og hann heldur, at tað er hent nógv hesi árini.
? Í byrjanini av 90?unum var góðskan í føroyskum fólka- og jazztónleiki nógv betri enn í popp- og rocktónleikinum, sum fyri tað mesta var ein kopiering av útlendskum ráki. Nú hava nógvir føroyskir bólkar fingið sítt egna ljóð. Clickhaze brúkar gamlar sálmar og fólkatónleik í sínum tónleiki, og Týr ger rocktónleik burtur úr kvæðum, sigur hann.
? Tú kemur ongan veg við at kopiera tónleik, sum longu er á hittlistunum, og sum verður spældur av bólkum við risastórum sáttmálum við risastór plátufelag. Eina slíka kapping kunnu dreingir úr tí kalda havinum bara tapa, heldur Jens Guð.
Sambært Jens Ove Friis, stjóra fyri RecArt Music í Danmark, er tað meira originaliteturin enn rúgvan sum ger, at føroyskur tónleikur er spennandi í løtuni.
? Skal føroyskur tónleikur fáa eitt veruligt gjøgnumbrot uttanlands, skulu bólkarnir halda fast í verandi menning, har teir hava fingið størri álit á sínum uppruna og hava sjálvsálitið til at brúka hann. Tað nyttar einki at kopiera útlendskan tónleik, tí hví skal nakar keypa eitt føroyskt kopi, tá ið tey kunnu fáa ein altjóða original.
Jens Ove Friis heldur, at danskur tónleikur hevur havt júst sama trupulleika, sum føroyskur tónleikur hevur havt.
? Danskir tónleikarar hava ferð eftir ferð sagt, at okkurt er eins gott, sum tá ið finst á altjóða marknaðinum, men »eins gott« er ikki nóg gott, og so hava bólkar ferð eftir floppað. Aqua hevði til dømis nakað heilt nýtt við sær, tá ið tey komu fram, og tey gjørdust eisini til eitt hitt kring allan heimin.
? Tað, sum eg havi hoyrt av føroyskum tónleiki seinastu árini, vísir, at hann er við at gerast meira originalur og serligur, og tað er eitt gott grundarlag fyri altjóða gjøgnumbroti, sigur Jens Ove Friis.
? Skal eg peika á nakað, sum eg kundi hugsað mær var øðrvísi, so er tað, at ein sera stórur partur av bólkunum, sum eg havi hoyrt til Prix Føroyar, hava verið so illir og daprir. Eg kundi hugsa mær onkrar bólkar, sum spældu meira positivan tónleik, so ikki alt var so tungt og myrkt.