Martin til íslendskan fótbólt

Martin Klein Joensen hevur skift til Njardvik FC í Íslandi

Mynd: (FSF/Bjarni Enghamar) Martin Klein Joensen bleiv kosin til besta spælara í septembur

Njardvik FC, sum spælir í næstbestu deildini í Íslandi, hevur boðað frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla Martin Klein Joensen.

 

Felagið skrivar, at partarnir eru samdir um ein tvey ára sáttmála. Martin Klein Joensen hevur havt eitt málríkt kappingarár fyri Víking í ár. Hann hevur skotið 16 mál og er næsttoppskjútti hjá Víkingi og javnur á triðja plássinum á toppskoraralistanum í Betri deildini.

 

Njardvik FC hevur eisini Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum.

 

Mynd: (FSF/Bjarni Enghamar) Martin Klein Joensen bleiv kosin til besta spælara í septembur