Ein av okkara frægastu sangskrivarum, hin fólkakæri Martin Joensen, er byrjaður ein túr kring landið til samkomuhús, bygdahús og salir, sum ætlandi skal vara til einaferð tíðliga í summar.
Martin legði frá landi í fína nýggja konsertsalinum Løkshøll í Runavík leygarkvøldið 11. februar, har hann framførdi fyri útvið hundrað fólkum.
Heitið á tiltakinum er Úr Dagbókini, har Martin sigur frá søgunum handan sangirnar. Sangir, sum eru vorðnir til í persónligum krepputíðum so væl sum í gleðisløtum. Nortið verður við persónligu kreppurnar, kollveltingarnar og jarðskjálvtarnar, har so at siga øll aspekt í lívinum máttu takast upp til nýhugsan og endurskoðan.
Í annaðkvøldið, leygarkvøldið, klokkan 20 fer Martin joensen aftur á ferð við konsepti sínum Úr Dagbókini, sum tá verður framført í Eydnuni á Oyrarbakka. Í steðginum verður høvið at ogna sær bók og fløgur.