Edvard Joensen
Oyrargjógv: Æður og teistar leikaðu sansaleys í, og grundin var sera sjónlig. Seks mastrahvalir komu spakuliga norður við Vágalandinum beint sunnan fyri ferjuleguna við Oyrargjógv.
Fólk, sum komu í land av Ternuni hendan sunnudgin fyrrapart, varnaðust hvalirnar tætt undir landi. Nógvir bilar steðgaðu, og fólk fór út at síggja hesa sjáldsomu sjón.
Og tó verður látið at í Vágum, at hon er kanska ikki so sjáldsom kortini. Tvær ferðir fyrr í summar hava mastrahvalir verið á Sandavági, og sandavágsmenn søgdu, at mastrahvalur eisini hendan sama sunnumorgun hevði verið inni á vágni.
Einaferð tíðliga í summar varð boðað frá grind í Sandavági. Men tá bátar komu til »grindina« vórðu teir varugir við, at hetta var mastrahvalur.
Fyri stuttum vóru seks mastrahvalir- ella bóghvítuhvalir - ella æðuhvalir - hvat ein nú velur at nevna teir - mestsum uppi á landi á sandinum í Sandavági. Teir vórðu riknir út aftur av alarunum á vágni.
Hendan vakra sunnumorgunin vóru seks hvalir á Sandavági, og aftur vóru alararnir á kroppinum á teimum, frættist úr Sandavági.
Fyrrapartin sunnudagin, tá blaðmaðurin saman við øðrum kom í land av Ternuni á Oyrargjógv, komu seks hvalir spakuliga norður við Vágalandinum. Fýra smærri og tveir størri hvalir vóru í bólkinum. Annar av teimum vaksnu var ivaleyst ein hannhvalur eftir stóra horninum at døma.
Hann svam soleiðis umleið eitt byrsumál úr landi. Spakuliga, eins og periskopið á einum kavbáti, sum kemur upp, kom hetta spíska hornið undan. Síðan sást ryggurin. Og uttan at nakað sást til, at hvalurin kúlaði seg saman, gleið fyrst ryggurin og síðan hornið spakulig undir aftur. Eftir var bert ein meldur í vatnsskorpuni, sum segði frá, at her var havsins størsta rovdjór rovdjór spakuliga farið glíðandi framvið.
Nærri landi vóru æður og teistar púra óð í høvdinum. Eingin ivi er um, at tey vita, hvat hesin hvalurin kann finna uppá, og tí royndu tey at bjarga sær, sum tey kundu best. Turnaðu eftir sjónum og royndu at sleppa á flog. Men tað eydnaðist bara onkrum, meðan onnur í villari angist lupu upp á land og tustu niðan gjøgnum fjøruna.
Og har, tætt fram við landinum, komu teir ungu jassarnir. Lívligir. Høvdu ivaleyst hug at spæla við hesar bebbaræddu fuglarnar. Hesir høvdu meira ferð, enn teir eldru ytri á. Komu tætt fram við landinum, so tað viðhvørt sá út, sum ætlaðu teir at gera landdgongd. Og ein teirra, var helst í serliga góðum hýri, tí hann slerdi við sveivinum, hvørja ferð, hann var undan. Líkasum ein heilsan til forvitan myndamannin, sum stóð við bilverjuna á vegnum beint sunnan fyri ferjuleguna og tók mynd niður á á ryggin á einum spælandi mastrahvali.
Men æðurnar tóktust tó sleppa við hvøkkinum hesaferð. Ternan bakkaði frá, og hvalirnir fóru eitt sindur yvir á Sundið og hildu leiðina norðureftir.