Mattias kemur heim

Ungi vágbingurin, ið hevur spælt við TB, fer nú aftur í barndómsfelagið.

 

Hetta upplýsir FC Suðuroy á sínum facebook-vanga:

 

Ungi og evnaríki leikarin, Mattias Dahl Djurhuus, ið tvey tey síðstu árini hevur leikt við TB, hevur valt at koma heim aftur, og hevur gjørt 2-ára sáttmála við barndómsfelagið 


Hóast sín unga aldur leikti Mattias 24 dystir í Betri deildini farna kappingarár, og vísti seg at verða ein av eyðsýndu framatrættaðu leikarunum hjá TB. 


Vælkomin heim og bestu eydnu, Mattias, skrivar FC Suðuroy.