John McCain, republikanski senatorur og forsetavalevni fyri flokkin í 2008, hevur fingið staðfest heilakrabba. Tað skrivar BBC í morgun.
Sjúkan varð staðfest eftir, at politikarin varð lagdur undir skurð fyri eina blóðtøpp omanfyri vinstra eyga. Fyri altjóða fjølmiðlum upplýsa læknarnir hjá 80 ára gamla John McCain, at nú verður farið undir viðgerða krabbameini, ið inniber millum annað geislavirkna stráling og kemoterapi.
John McCain er tó væl fyri, og á Twitter upplýsti dóttur hansara, Meghan McCain, at pápin ikki hevur mist mótið.
- Tit verða neyvan bilsin yvir, at í øllum hesum, so er pápi tann okkara, ið er mest tryggur og róligur, skrivar dóttirin.
John McCain hevur verið ein av mest framstandandi politikarunum í republikanska flokkinum síðan nítiárunum, og er síðan 1986 fimm ferðir valdur at umboða statin Arizona í amerikanska senatinum.
Sum ungur fór hann í amerikanska herin og bleiv flogskipari. Undir Vietnam-krígnum sat hann fimm ár sum krígsfangi eftir, at hansara flogfar bleiv skotið niður undir eini missión.
Fleiri av fremstu politikarunum í USA hava í morgun viðmerkt tíðindini um John McCain, harav Donald Trump og Barack Obama.
- Hann handfer hesa avbjóðingina sum allar aðrar. Krabbamein kann geva honum nógva ymiska pínu: men tað fær kann ikki at gevast. Tað hevur einki nakrantíð megnað, sigur Donald Trump í eini almennari fráboðan.
Fyrrverandi forsetin Barack Obama nýtti Twitter at senda eina heilsan til sín avbjóðara í 2008.
- John McCain er ein amerikansk hetja og ein av djarvastu stríðsmonnum, ið eg nakrantíð havi kent. Krabbameinið veit ikki hvat tað er farið í holt við. Give it hell, skrivar fyrrverandi forsetin á Twitter.










