Var forsetavalið í USA nú, hevði John McCain vunnið á Barrack Obama Í USA vísir ein nýggj meiningakanning, at republikanarin John McCain hevði vunnið á demokratinum Barrack Obama, um forsetavalið var nú.
Í kanningini, sum Reuters hevur gjørt, fær McCain 46 prosent av atkvøðunum, og Obama fær 41 prosent.
Hetta er tann fyrsta kanningin í langa tíð, sum gevur John McCain fleiri atkvøður enn Barrack Obama, sum fyri tveimum mánaðum síðani var sjey prosentstig frammanfyri.