- Gev okkum ítøkilig dømi um, hvar sparast skal, og hvørjir stovnar eru óneyðugir, so vit, sum hava brúk fyri almennum tænastum, kunnu føla okkum trygg í 2009, tí nóg mikið er skert á okkara øki, sigur Leila Solmunde, forkvinna í MBF í viðmerking til útsagnirnar hjá javnaðartingmanninum, Gerhardi Lognberg um at spara helmingin av starvsfólkum á almennum stovnum
- Vit sum virka í MBF vóna ikki, at teir almennu stovnar, sum vit dagliga draga nyttu av skulu koma undir sveiggjandi spariknívin hjá Gerhardi Lognberg. Tað sigur Leila Solmunde, forkvinna í MBF í sambandi við útsagnirnar hjá tingmanni Javnaðarfloksins um, at fleiri almennir stovnar eiga at skerjast niður í eina helt í starvsfólkatali.
Leila Solmundi sigur, at hon kann nevna fleiri dømir um, hvussu vit síggja nakrar av stovnunum sum tey samstarva við. Eitt nú Almannaráðið, sum skal umsita ein sera stóran part av landsins fíggjarlóg, men sum eru so undirmannað, at nógvar lógir og reglur sum skulu tryggja nøktandi kor fyri fólk, ið eru sjúk ella hava brek, als ikki kunnu gerast, tí so stórt trot er á fakfólki.
Somuleiðis Almannastovan sum eisini hevur samskifti við túsundtals føroyingar, virkar undir stórum starvsfólkatrotið.
- Kanska átti Gerhard Lognberg at sett seg inn í, hvussu nógv mál Almannastovan viðger árliga, og hvussu umfatandi tænastan er. Tað snýr seg ikki bara at útgjalda pensjónir og tílíkt sum hesin stovnur skal taka sær av. Nei, her eru túsundtals uppgávur at taka sær av. Eg vóni ikki, at hann meinar, at hesir stovnar skulu skerast meiri, tí tað eru teir sum skulu tryggja okkum mongu sum hava sjúku og brek nøktandi vælferð, sigur forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu.
Hon vísir eisini á, at sjúkrahúsverkið eisini er ein almennur stovnur, hon ikki roknar við at nógv kann sparast.
- Heimahjálpin sum er skorin inn á bein, hon er eisini ein almenn tænasta, og eg rokni heldur ikki við, at har er nógv at skerja. Nei Gerhard Lognberg, gev okkum heldur meiri ítøkilig dømi um, hvar tú ynskir at sparast skal, og hvørjar stovnar sum tú sært verða óneyðugar, tað skyldar tú at geva okkum eina forkláring uppá, so vit sum hava brúk fyri almennum tænastum, kunnu føla okkum trygg í 2009, tí nokk er skert á okkara øki.