Av hesum koma mál fyri meir enn 17 mió. krónur fyri býráðið á býráðsfundinum í kvøld.
Hosufóðring
Skotið verður upp at seta sjey mió. krónur av til hosufóðring í 2026.
Kommunan hevur í nøkur ár hosufóðrað kloakkleiðingar, og tað hevur víst seg at vera ein góð loysn, sum riggar væl. Hosufóðring virkar á tann hátt, at ein liðilig slanga úr glastrevjum ella filt, sum er impregnerað við umhvørvisgóðkendum tilfari, verður førd inn í verandi rør og síðani blást upp og herd, soleiðis at eitt nýtt og tætt rør verður skapt inni í gamla rørinum.
Serliga inni í miðbýnum hevur hendan loysnin riggað væl, tí við hesum slepst eisini undan stórum uppgrevstri í sambandi við umvælingar.
Tað er danska fyritøkan Aarsleff, sum hevur staðið fyri hosufóðringini. Vanliga brúkar fyritøkan tríggjar-fýra vikur um heystið til hosufóðring í kommununi.
##med2##
Hosufóðring í Plantasjuni
Kloakkleiðing við Sjósavnið
Í løtuni verður arbeitt við at bøta um kloakkleiðingina út á sjógv við Sjósavnið á Argjum. Í 2025 vórðu tvær mió. krónur játtaðar til fyrireikandi arbeiðið, og tá varð ein kostnaðarmeting gjørd. Metingin varð býtt upp í tveir partar – ein á landi og hin á sjónum – og samlaði kostnaðurin varð mettur til 12,5 mió. krónur.
Avrátt er at fara undir kloakkarbeiðið á landi í ár og arbeiðið á sjónum næsta ár. Fíggjartørvurin fyri 2026, sum er arbeiðið á landi, er 5.664.000 krónur.
Nýtt reinsiverk við Sanatoriivegin
Fleiri av størru reinsiverkunum í kommununi eru bygd í sjeytiárunum og treingja til dagføringar. Reinsiverkini eru úr betongi og eru ótíðarhóskandi, og kloakkvatn seyrar undan hesum reinsiverkunum.
Í 2022 varð farið undir at dagføra kloakkreinsiverkið á Mýrini, og sum framhald av hesum verður mett, at reinsiverkið við Sanatoriivegin nú eigur at standa fyri tørni.
Reinsiverkið varð í síni tíð gjørt í sambandi við útstykkingina oman Hoydalar og er nú somikið gamalt, at tað má dagførast ella skiftast út. Til tað arbeiðið verða settar av 2,2 mió. krónur.
Pumpistøð á Hvítanesi
Tørvur er á at betra um spillivatnshandfaringina í økinum kring Hvítanes, serliga við atliti til, at økið verður nógv brúkt til dypping og havsvimjing o.a.
Spillivatnið úr gamla partinum av bygdini rennur út á sjógv heilt inni í víkini, og nýggi parturin av bygdini rennur út á sjógv longri suðuri.
Tí skal ein verkætlan fyrireikast, ið fevnir um bygging av nýggjum pumpistøðum og nýggjum spillivatnsleiðingum. Endamálið er at leiða spillivatnið burtur frá økinum og víðari til eina havleiðing, sum liggur longri sunnanfyri. Kommunan vil játta 1,77 mió. krónur til endamálið.
Vilja kanna rákið
Kommunan vil eisini játta 680.000 krónur til at gera kanningar av rákinum í Nólsoyarfirði. Í løtuni verður meginparturin av arbeiðnum í sambandi við spillivatnsætlanina gjørt uppi á landi, men eftir ætlan skal arbeiðið á sjónum av álvara setast í gongd í 2027, millum annað við eini nýggjari havleiðing við Sjósavnið á Argjum.
Tí verður neyðugt við neyvari kanningum av rákinum í Nólsoyarfirði. Mett verður, at slíkar kanningar eru ein grundleggjandi fortreyt fyri at kunna staðseta havleiðingar á rættan hátt.
Neyðug vitan um botnrák er avgerandi fyri at tryggja, at spillivatn verður ført burtur frá landi og fortynt á nøktandi hátt.
Royndir vísa, at ónøktandi vitan um rákviðurskifti kann føra til óhepnar loysnir, har spillivatn verður liggjandi nær landi ella í ávísum førum ført aftur ímóti landi. Rákkanningarnar skulu tí nýtast sum grundarlag fyri at meta um, hvørt verandi leiðingar eru nøktandi staðsettar, og um tørvur er á at tillaga ella leingja tær, so tær røkka út í øki við betri rákviðurskiftum.
##med3##
Gomul leiðing á Argjum












