- Flestu ferðafólk keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum, har tey vitja ymisk støð

Met nógv ferðafólkaskip

- Talan er um ein støðugan vøkstur í vitjanum av ferðafólkaskipum, og nógv bendir á, at gongdin fer at halda fram

- Flestu ferðafólk keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum, har tey vitja ymisk støð

- Alsamt fleiri ferðafólkaskip leggja leiðina inn á Vestmanna. Í summar vitja heili 12 skip, og er hetta tað mesta nakrantíð.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag. Sagt verður, at í fjør vitjaðu átta skip, og í 2024 vóru tey sjey.

 

- Talan er um ein støðugan vøkstur í vitjanum, og nógv bendir á, at gongdin heldur fram.

 

Longu nú hava 15 skip biðið um pláss til summarið 2027, og eisini eru bókingar gjørdar fyri 2028.

 

Vestmanna havn tekur ímóti skipum, ið vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk umborð.

 

- Flestu ferðafólk keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum, har tey vitja ymisk áhugaverd støð.

 

Lagt verður aftrat, at fyrsta skipið í ár kemur sunnudagin hin 10. mai, og tað síðsta kemur mikudagin hin 23. september.

 

- Flestu ferðafólk keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum, har tey vitja ymisk støð