At virka fyri føroyskum sjálvstýri og nýskapan á politiskum palli er torført, og hevur vanliga ikki ligið til eitt nú Sambandsflokkin.
At Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin eru ymiskir hugsjónarliga í politikki, veit hvør føroyingur. Hinvegin áttu flokkarnir báðir uttan hesar seinastu hendingar framhaldandi at kunna samvirkað á sjálvstýrisvonginum um so var, at álvarsemið í hesum málið var meiri eygsýnt.
At Tjóðveldisflokkurin ikki kláraði at standa mát, nú fleiri yvirtøkur eru í eygsjón, er møguliga ikki so løgið, tí sum vituligt, eru fleiri av vinstravendu oddafólkum floksins reinir romantikarar heldur enn realistisk hugsjónarfólk, ið veruliga tora at leggja rygg till tá ástendur.
Sum nevnt er seinastu dagarnar, gingu heili 32 ár frá 1966, frá seinasta sjálvstýris-samgonga legði frá sær, til ein nýggj sá dagsins ljós í 1998, og fryktandi er fyri, at soleiðis verður eisini framyvir.
At virka fyri føroyskum sjálvstýri og nýskapan á politiskum palli er torført, og hevur vanliga ikki ligið til eitt nú Sambandsflokkin.
Fólkaflokkurin vil í stjórn
Ein kann vera ræddur fyri, at Tjóðveldisflokkurin við hesum sliti hevur lagt Sambands- og Javnaðarflokkinum gylta gongda leið inn í eina nýggja sambandsstjórn. Møguliga skulu føroyingar liva við hesum í komandi døgum og einum tørvandi framburði bæði á sjálvstýrisleið og í vinnuligum høpi.
Fólkaflokkurin fer sjálvandi sum vanligt við opnum sinni til val, og fer at gera alt fyri at sleppa í stjórn.
Mong mál eru komin ov stutt, sum vit ynskja framhaldandi at fáa loyvið at arbeiða við, so hetta gevur úrslitini vit høvdu ætlað:
atfáa skil á eftirlønarskipanum,
athækka botnfrádráttin enn meiri og broyta skattastigan, so lág- og miðallønt eru betri fyri skattliga,
atvirka framhaldandi fyri minni skattatrýsti,
ateinskilja almennar fyritøkur og gera tað enn liviligari fyri okkara vinnulívsfyritøkur, so tær gerast enn sterkari og kunna hýsa fleiri í áhugaverdum arbeiði.
Hví ræddist Tjóðveldið
Mangur føringur situr í dag við spurninginum, hvussu tað ber til, at Tjóðveldisflokkurin vildi sleppa burtur úr samgonguni.
Vit hava seinastu tíðina sæð nøkur døkk skýggj nærkast á vinnuliga økinum sum fáa avleiðingar landsbúskaparliga, eitt nú við eini álvarsligari afturgongd í alingini, við lækkandi rækjuprísum, við fiskaprísum sum ikki eru tað teir hava verið o.s.fr.
Hetta gevur ongum politiskum flokki »upp á forhond« rætt til at geva upp, tá ein í fýra ár er valdur til at verja land og fólk.
Tjóðveldisfloksins álit má vera viknað millum føroyingar, hesir standa í skuld við einum svari til allar landsmenn okkara, nú flokkurin eirindaleyst sleit samgonguna.