Meistaradeildin kvinnur: Rúna stjól sigurin frá KÍ í yvirtíðini

Víkingur og Skála ÍF vunnu 3-0 sigrar á heimavølli

Rúna Jacobsen tryggjaði HB javnleik í 95. minutti (Savnsmynd: HB)

Fyrr í dag vóru tríggir dystir leiktir í Meistaradeildini hjá kvinnum.

 

Á ovara vølli í Gundadali sá út til, at verandi meistararnir, KÍ fóru avstað við einum 2-1 sigri. Men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Rúna Jacobsen fyri heimaliðið, so HB og KÍ eru jøvn í stigum í oddinum.

 

Bæði Víkingur og Skála ÍF vunnu 3-0 sigrar á heimavølli. Tað gekk útyvir ávikavist 07 Vestur og B36.

 

HB-KÍ 2-2 (1-0)

 

1-0 Brá Zakariasardóttir (2.)

 

1-1 Eyðvør Klakstein (63.)

 

1-2 Tóra Mohr (77.)

 

2-2 Rúna Jacobsen (90.+)

 

Víkingur-07 Vestur 3-0 (0-0)

 

1-0 Hjørdis Rasmusdóttir (69.)

 

2-0 Eydna Olsen Dalheim (90.+)

 

3-0 Eydna Olsen Dalheim (90.+)

 

Skála ÍF-B36 3-0 (1-0)

 

1-0 Birna Mikkelsen (31.)

 

2-0 Sunnvá Fagradal (62.)

 

3-0 Sunnvá Fagradal (65.)

 

Kelda: dystir.fo 

 

KÍ og B36 hava 13 stig hvør. Víkingur og NSÍ hava níggju stig hvør. Skála ÍF hevur seks stig, B36 hevur trý stig, meðan 07 Vestur einki stig hevur.

 

          
          
          
          
          
          
          
          

 

 

 

 

 

 

 

          
          
          
          
          
          
          
          
          
          
          
          
          
          
          
          

Rúna Jacobsen tryggjaði HB javnleik í 95. minutti (Savnsmynd: HB)