Messi og Liverpool í stórform – Real floppaði

Champions League: Lionel Messi skoraði, Liverpool vann stórt og Real Madrid tapti púra óvæntað

Fyrra hálva av 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Lionel Messi fekk sítt fyrsta mál fyri Paris Saint Germain, ið vann 2-0 á Manchester City. Liverpool vann aftur stórt á FC Porto, meðan FC Sheriff úr Moldova vann púra óvænta á Santiago Bernabeu móti Real Madrid.

 

Bólkur A:

 

Paris Saint Germain vann kríggið millum oljustatirnar Katar og Abu Dhabi. Franska høvðusskaðarfelagið, sum royala familjan í Katar eigur, vann 2-0 á Manchester City, sum royala familjan í Abu Dhabi eigur.

 

Lionel Messi fekk sítt fyrsta mál fyri PSG, tá hann í seinna hálvleiki, eftir gott samanspæl við Kylian Mbappé, kundi senda bóltin í netið frá brotsteigarmarkinum. Fyrra málið skoraði Idrissa Gana Gueye.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Club Brugge úr Belgia á útivølli móti RB Leipzig úr Týsklandi. Úrslitið var 2-1 til gestirnar úr Belgia, sum nú hava fýra stig á øðrum plássi.

 

Støðan:

 

  1. PSG 4 (stig)
  2. Club Brugge 4
  3. Manchester City 3
  4. RB Leipzig 0

 

Bólkur B:

 

Liverpool vísti stórform á útivølli móti FC Porto. Eitt felag, sum Liverpool hevur vunnið greitt á seinastu árini. Hesa ferð endaði tað við 5-1 sigri. Mohamed Salah og innskifti Roberto Firmino skoraðu tvey í part, meðan Sadio Mané eisini fekk eitt mál.

 

Í Milano vann Atletico Madrid 2-1 langt inni í yvirtíðini, tá Luis Suarez skoraði upp á brotsspark. Tað var annars AC Milan, sum kom á odda við máli frá Rafael Leao. Longu eftir ein hálvan tíma fekk AC Milan Franck Kessie útvístan eftir sítt annað gula kort. Antoine Griezmann javnaði, áðrenn gestirnir fóru við sigrinum.

 

Støðan:

 

  1. Liverpool 6
  2. Atletico Madrid 4
  3. FC Porto 1
  4. AC Milan 0

 

Bólkur C:

 

Ajax og Borussia Dortmund hava beina kós móti endaspælinum við fullum stigatali eftir tvey umfør. Ajax vann 2-0 á Besiktas og Borussia Dortmund vann 1-0 Sporting Lisbon.

 

Støðan:

 

  1. Ajax 6
  2. Borussia Dortmund 6
  3. Besiktas 0
  4. Sporting Lisbon 0

 

Bólkur D:

 

Størsti skelkurin í Champions League higartil er, at FC Sheriff úr Moldova í kvøld megnaði at vinna á Real Madrid á sjálvum Santiago Bernabeu. Úrslitið bleiv 2-1. Gestirnir skoraðu sigursmálið í seinastu minuttunum. Tað endaði málleyst millum Shakthar Donetsk og Inter Milan.

 

Støðan:

 

  1. FC Sheriff 6
  2. Real Madrid 3
  3. Inter Milan 1
  4. Shakthar Donetsk 1