Triathlon
Fyrst fóru teir íðkarar, ið ætlaðu sær at royna triathlon á einum styttri teini. Hesi vóru øll unglingar 13-14 ár.
Síðani fóru tey vaksnu, ið kappaðust um FM-heitið.
Hjá unglingunum vóru tað Høgni Miné-Rasmussen og Bjørg Seloy, ið komu best frá svimjingini. Men so kom tann gloymda 4 greinin í triathlon, skiftingin millum ítróttagreinarnar.
Her var Bjørg aftur skjótast hjá gentunum, meðan Sigmundur Dahl skifti skjótast hjá dreinginum.
Á súkkluteininum var tað so aftur Høgni, ið var skjótastur av dreingjunum, meðan Helena Gunnarsdóttir Jacobsen stóð seg best hjá gentunu.
Á renniteinunum vístu Rannvá Djurholm og Jákup Joensen, at tey vóru best til hesa ítróttagrein.
Tá komið var um málstrikuna, vóru tað Høgni Miné-Rasmussen og Helena Gunnarsdóttir Jacobsen, sum vóru fyrst.
Pauli Holm Norðfoss gavst tá hann hevði súkklað hálvan teinin, hann fekk eitt astma annfall, og ikki var møguligt hjá honum at halda fram. Hann lá annars væl fyri aftaná svimjingina og fyrsta skiftið.
Gunnar Føroyameistari.
Hjá teimum vaksnu var tað Eli Christiansen, sum var fyrstur upp úr hylinum, men Gunnar Dahl Olsen skifti hesaferð skjótastur. Og tá hann eisini súkklaði skjótast, so var ikki nóg mikið hjá Eli at renna eitt sindur skjótari. Meira skuldi til, og vann gunnar og gjørdist føroyameistari í _ triathlon 2005.
Jákup Johansen, Beinir Rasmussen of Evald Rasmussen vóru so at siga javnir, og fóru mestsum í senn út á súkkluteinin. Fyrstu løtuna var Beinir á odda, men so yvirhálaði Jákup hann og Evald fylgdi við. Jákup økti, og í Kaldbak fór Beinir fram um Evald, sum misti takið. Beinir punkteraði á Sundi, men súkklaði til Havnar, skifti súkklu og fór út á renniteinin beint framman fyri Evald. Í renningini vísti Evald seg at vera sterkastur, og skjótt yvirhálaði hann Beinir, men fekk ikki fatur í Jákupi, sum hevði roknað við hesum og tí satsað alt upp á súkklingina, og tað lukkaðist.
Andrass Joensen og Kári Simonsen høvdu eina løtu eina spennandi kapping. Andrass svam og skifti skjótari enn Kári, sum hinvegin súkklaði skjótari, men ikki nóg mikið til at halda Andrass aftanfyri í renningini.
Bara Sóley í Eyðanstovu umboðaði kvinnurnar í kappingini, og gekst væl hjá henni, hóast hon alla tíðina var uttan kapping, og tí ongantíð var pressað. Hon megnaði bæði í svimjingini og renningini at verða skjótari enn nakrir av monnunum.
Næsta kappingin hj´aTriathlon-felagnum verður liðkappingin, og eisini her tykist áhugin vera sera stórur. Soleiðis siga fyrireikararnir, at longu nú hava eini 12-15 lið boðað frá luttøku.
Úrslitini
1/12 triathlon-gentur.
Nr.ÍðkariSvimjing1. SkiftSúkklingRenning 1Renning 2Renning 3Samlað
1Helena G Jacobsen 935.232.180.30.175.115.255.050.53.39
2Rannvá Djurholm 927.132.300.30.514.124.224.050.55.12
3Bjørg Seloy 924.321.570.33.276.226.085.220.55.45
1/12 triathlon-dreingir.
Nr.ÍðkariSvimjing1. SkiftSúkklingRenning 1Renning 2Renning 3Samlað
1Høgni Miné-Rasmussen4.312.150.27.514.435.115,010.49.34
2Jákup T Joensen8.362.580.31.004.114.264.170.55.29
3Sigmundur Dahl6.111.370.31.587.537.056.371.01.23
4Pauli Holm Norðfoss4.481.44Fekk astmaanfall oggavst
1/4 triathlon-menn.
Nr.ÍðkariSvimjing1. SkiftSúkklingRenning 1Renning 2Renn 10 kmSamlað
1Gunnar Dahl Olsen23.461.281.05.3022.1522.1344.282.15.13
2Eli Christiansen22.161.591.10.2521.1621.1542.312.17.11
3Jákup Johansen24.203.021.17.4325.3525.5551.302.36.35
4Evald Rasmussen24.322.591.23.5323.3023.3347.032.38.28
5Andrass Joensen27.592.071.26.1424.3523.3548.102.44.30
6Beinir Rasmussen24.502.131.23.2727.3529.4258.182.47 37
7Kári Simonsen29.383.151.24.3226.0326.3152.342.50.09
1/4 triathlon-kvinnur.
Nr.ÍðkariSvimjing1. SkiftSúkklingRenning 1Renning 2Renn 10 kmSamlað
1Sóley í Eyðanstovu29.183.451.27.1327.1428.3655.502.55.10