Metár fyri kriminalitet á Svalbard

Flestu málini snúðu seg um umhvørviskriminalitet. Her øktist talið árini 2021 til 2022 úr átta revsimálum uppí 41 í 2022.

At árið 2022 var metár fyri kriminalitet á Svalbard, ljóðar kanska eitt sindur ógvusligt.

 

Men, størsti parturin av málunum snúðu seg um umhvørviskriminalitet, sum tað verður rópt.

 

- Talan hevur ikki verið um nøkur sera álvarslig mál, sigur sýslumeistarin á Svalbard, Lars Fause.

 

Í tíðindaskrivi, sum Svalbardposturin endurgevur, verður sagt, at størstu tølini fyri revsimál, síðan skrásetingin byrjaði í ár 2000, vóru í fjør.

 

Flestu málini snúðu seg um umhvørviskriminalitet. Her øktist talið árini 2021 til 2022 úr átta revsimálum í 2021 til 41 mál í 2022.

 

Næst flestu revsimálini snúðu seg um brot á ferðslureglur. Her vóru bara seks slík mál í 2021 - og 26 í 2022.

 

Sýslumeistarin heldur, at vøksturin í revsimálum hongur eitt sindur saman við øktari nærveru hjá løgregluni og meira málrættaðari umsjón við oyggjabólkinum.

 

- Miðvísa arbeiði fer at halda fram í 2023, og vónin er, at færri og færri lógir og reglur verða brotnar á Svalbard, sum tíðin gongur, sigur Lars Fause.