Kendir danir og ítróttarstjórnir sum Mikkel Kessler, Nicklas Bendtner og Michael Maze eiga at halda seg burtur frá Dubai
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, hvil ikki seta bann ímóti ferðum eitt nú til Dibai.
Men forsætisráðfrúan hevur ilt við at dylja sínar tankar um, at kendi fólk og ítróttarstjørnur sum Mikkel Kessler, Nicklas Bendtner og Michael Maze, sum hava veriðí Duabi og ferðast hóast vandan fyri at taka koronu-mutatiónir við heim:
– Eg haldi, at eg skal áleggja mær sjálvari eitt sindur av avmerkingum, áðrenn eg úttali meg um tað. Tí tað er ein orsøk til, at heimurin er farin í reytt. Tað er ein orsøk til, at vit yvir fyri øllum – eisini donsku vinnulívi, sum vit liva av í hesum landinum – veruliga heita á, um ikki at fara út at ferðast.
– Tað er veruliga av týdningi, at vit øll lurta. Vandi er fyri at taka mutatiónir við heim til Danmarkar. Tað kann undirgrava smittueftirlitið hjá okkum og harvið smitta onnur og tað, sum eru verri, sigur Mette Frederiksen.
Fyrsta dømi við tí nýggja suðurafrikonska brigdinum varð funnið leygardagin hjá einum dana, sum er komin aftur úr feriu í júst Dubai.
Eins og við bretska brigdinum óttast myndugleikarnir, at suðurafrikanska brigdið kann vera við til at økja smittuna í Danmark.
/ritzau/