Miðaloddsini upp á KÍ-sigur á Malmö FF eru 13,79

Her eru oddsini upp á dystin millum Malmö FF og KÍ

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League móti svenska meistaraliðnum, Malmö FF. 

 

Dysturin verður leiktur á Eleda leikvøllinum í Malmö. Til ber at síggja dystin á KÍ-varpinum.

 

Malmö FF er risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Malmö FF er so lág sum 1,16.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt úrslit hjá KÍ at fingið við sær til returdystin í Klaksvík eru 7,09.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru so høg sum 13,79.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##