Mikudagin spælir U19-landsliðið móti grønlendska A-landsliðnum

Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. november

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Mikudagin 12. august klokkan 15:00 fær føroyska U19-landsliðið við gentum forkunnuga vitjan, tá grønlendska A-landsliðið kemur á vitjan á Dungasandi í Sørvági

 

– Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin U19-hópurin er savnaður. Vit hava úttikið 20 spælarar, og væntandi koma allar á vøllin. Tó hava vit ikki sent boð eftir útisetunum. Tað vera tískil tær heimligu, sum fáa møguleikan hesaferð.

 

Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum um eina lítla viku skal spæla venjingardyst ímóti grønlendska A-landsliðnum. Dysturin verður á Dungasandi í Sørvági mikudagin 12. august klokkan 15:00.

 

U19-landsliðsvenjarin leggur afturat, at hann kennir lítið og einki til grønlendska liðið, men væntar, at tær eru kropsliga væl fyri og væl skipaðar – serliga í verjupartinum.

 

– Tað er torført at finna nakað av tilfari um grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska eisini eitt sindur av einari nýggjari byrjan, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hópurin

Bjørk Akselsen, 07 Vestur

Drós í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur

Eydna Zakarisdóttir, 07 Vestur

Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur

Naomi Hansen, 07 Vestur

Lilja Debess av Teigum, B36

Sesilia Yang Trier Simonsen, B36

Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy

Silja Ragnarsdóttir Trier, HB

Ronja Ragnarsdóttir Trier, HB

Ranja Joensen, KÍ

Karla Sjóstein, KÍ

Elisabeth Bjartalíð, KÍ

Emma Charlotta Knudsen, Skála

Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála

Eyðna Gaard, Skála

Rakul Maria Rasmussen, Skála

Ranja Petersen, Skála

Lív Pálsdóttir, Víkingur

Nita á Lakjuni, Víkingur

 

Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Føroyar eru í bólki B4, saman við Ukraina, Litava og Andorra. Skrivar FSF. 

 

 

 

Mynd: FSF